Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kyndilskvinnur, sum vunnu greipuna síðsta vetur, skulu spæla um Lionsbikarið ímóti sínum størstu avbjóðarum, kvinnunum úr VÍF. Hjá monnunum spæla meistararnir úr H71 ímóti steypavinnarunum úr Neistanum | Mynd: Álvur Haraldsen

Hondbólturin byrjar aftur sunnudagin

SKRIVAÐ: Lions Club  |  06.09.2019 - 08:15 Ítrottur Tíðindaskriv

Hondbóltskappingin í vetur verður skotin í gongd sunnudagin, tá ið Hoyvíkshøllin verður karmur um dystirnar hjá kvinnum og monnum um Lionsbikørini í hondbólti, samstundis sum Felagið fyri Lesi- og Skriviveik fær allan ágóðan av dystunum

Sum vanligt, eru stórsteypadystirnir í hondbólti eitt samstarv millum Hondbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum, og endamálið er at skjóta nýggja kappingarárið í gongd við dystum millum bestu kvinnu- og mansliðini frá árinum frammanundan, samstundis sum ágóðin av hesum dystum fer til vælgerðarendamál.

Dystirnir báðir verða spældir í Hoyvíkshøllini seinnapartin sunnudagin, har fyrri dysturin er klokkan 16 millum kvinnurnar hjá Kyndli og VÍF og seinni dysturin klokkan 18 millum menninar hjá H71 og Neistanum.

Síðsta kappingarár royndust kvinnurnar hjá Kyndli best av øllum og vunnu greipuna, men bæði í steypafinaluni og í FM-finalunum var mótstøðuliðið VÍF, ið bjóðaði harðast av. Hjá monnum var tað H71, ið streyk avstað við meistaraheitinum í FM-finalunum ímóti Neistanum, sum hinvegin vann steypafinaluna í eini grannauppgerð ímóti Kyndli.

Nú er greitt, at landskappingin í hondbólti fer í gongd sunnudagin 15. september, og tí er upplagt at fáa avgreitt dystirnar um Lionsbikørini eina viku áðrenn, har vit kunnu fáa ábendingar um, hvussu tey bestu frá síðsta kappingarári kunnu fara at roynast í vetur.

 

Lesi- og skriviveik stuðlast

Ikki minst snýr hondbóltssunnudagurin í Hoyvíkshøllini seg eisini um at stuðla einum góðum endamáli, og hesaferð hevur Lions Club gjørt av, at allur ágóðin skal fara til Felagið fyri Lesi- og Skriviveik.

Eingir pengar verða tó handaðir sunnudagin, tí avgerð er eisini tikin um, at talan skal vera um samlaðu upphæddina av stórsteypadystunum í bæði hondbólti og fótbólti, so ikki fyrr enn tey bestu fótbóltsliðini hava spælt sínar dystir til várs, verður talt saman og avroknað til góða endamálið.

Felagið fyri Lesi- og Skriviveik hevur 18 ár á baki, og hesi árini hevur felagið roynt at hjálpt og lætt um hjá serliga børnum, ið hava ilt við at lesa og skriva. Foreldur og einamest mammur tóku í 2001 stig til at seta felagið á stovn, so nakað munagott kundi gerast fyri tey børn, ið høvdu trupulleikar. Foreldrini, ið sjálv høvdu gjørt sær sínar dýrtkeyptu royndir, funnu saman um felagið, so teirra royndir kundu koma øðrum til gleði og gagns.

 

Lions-bikarið, kvinnur:

2014 Kyndil-Neistin 29-26

2015 Neistin-Kyndil 30-25

2016 Neistin-VÍF 20-19

2017 Kyndil-Neistin 24-22

2018 VÍF-Kyndil 28-23

2019 Kyndil-VÍF

 

Lions-bikarið, menn:

2014 KÍF-Kyndil 20-26

2015 Neistin-VÍF 32-26

2016 H71-VÍF 24-19

2017 H71-VÍF 32-29

2018 H71-Kyndil 30-21

2019 H71-Neistin

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Móttøka fyri Julian Gregersen
Treysti um høgtíðina desembur 2025
Rokdagur hjá útróðrinum
Fiskeribladet: Noreg og Rusland samd um…
Ongum nýtist at sita einsamallur jólaaft…
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt…
Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir…
Springarar ferðast tvørtur um Atlantshav…
Jørgen: - Dennis Holm, fíggjar­nevndarlim…
Hiddenfjord við ESG frágreiðing um burða…
Ársfrágreiðing 2024 við átta tilmælum
Syngja jólini inn í Hvannasunds kirkju
Frálík jóla­konsert í Christians­kirkjuni
Fríggja­dagin tann 12. desember fingu 14…
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
30 ár í starvi hjá Nes kommunu
Eyðgunn: Varpið fær ongan rakstrarstuðul
Varpið fær heldur onki í 2026
Heiðurs­konsert fyri Teimum av Kamarinum
Jóla­sangløta við Betesdakórinum