Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frá valfundinum á Skúlatrøð um fiskivinnuna. | Mynd: Norðlýsið

Tilfeingisinntøkurnar svara til 1/3 av landsskattinum

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  08.09.2019 - 14:30 Politikkur Tíðindi

Stórt bústaðartrot, sveiggjandi tilfeingisinntøkur og bólgnandi vælferðarútreiðslur eru tríggjar av teim størstu búskaparligu avbjóðingunum í løtuni, sambært Johnny í Grótinum. Búskaparfrøðingurin viðger her metstóru tilfeingisinntøkurnar.

Inntøkurnar frá tilfeingisgjøldum fiski- og alivinnuna og uppboðssølu av fiskirættindum runda helst eina hálva milliard krónur í 2019. Í vikuni vísti uppgerð hjá Vørn, at inntøkurnar frá uppboðssølunum higartil í ár eru 188 milliónir krónur. Samlaðu inntøkurnar frá landsskattinum vóru 1,5 milliard krónur í 2018. Tilfeingisinntøkurnar á meira enn 500 milliónir krónur svara tí til ein triðing av samlaðu landsskattainntøkunum.

Skuldi samgongan valt at sloyfa allar tilfeingisinntøkurnar, hevði tí verið neyðugt at hækkað landsskattin munandi fyri at fáa somu inntøkur til vega.

Tilfeingisinntøkurnar verða neyvan sloyfaðar

Men tað er neyvan ætlanin at sloyfa tilfeingisinntøkurnar, tí flokkarnir vóru ikki so víðgongdir í vallyftum sínum til vinnuna, hóast onkur flokkur lovaði avtøku av uppboðssølu av fiskirættindum. Flestu fiskivinnufyritøkurnar hava ásannað tørvin á einhvørjari skipan til rindan av tilfeingisrentuni til felagskassan. Tað verður heilt einfalt ikki góðtikið av samfelagnum í breiðum týdningi, at rættindi verða avhendaði privat fyri milliónaupphæddir uttan at landskassin fær nakað burtur úr so ella so. Í farnu tingsetu kom táverandi samgonga ikki á mál við at fáa samtykt eina skipan fyri áseting av tilfeingisgjaldinum fyri tey fiskirættindi, sum ikki verða seld á uppboði.

Vallyftir um tillaging av fiskivinnunýskipanini

Allir teir tríggir borgarligu flokkarnir lovaðu fyri valið eina tillaging av fiskivinnunýskipanini, sum skuldi skapa tryggari vinnukarmar við eitt nú longri loyvistíð. Greitt er tó eisini, at ein tillaging av skipanini má taka atlit til, at inntøkurnar frá tilfeingisgjøldunum í løtuni eru ein týðandi inntøkukelda hjá landskassanum.

Í frágreiðingini hjá Skattanevndini í 2017 mælti ein meiriluti í nevndini til, at øll fiskirættindi verða seld á uppboði. Tað er heilt vist ikki politisk undirtøka fyri tí nú. Minnilutin í Skattanevndini mælti hinvegin til at seta í verk eina skipan við tilfeingisgjøldum fyri alla fiskivinnuna, har tilfeingisgjaldið verður roknað við støði í eini mettari tilfeingisrentu, eins og Skattanevndin mælti til fyri alivinnuna.

Sveiggjandi tilfeingisinntøkur kunnu órógva

Búskaparpolitikkurin má tó eisini taka støði í, at inntøkurnar frá eini skipan við tilfeingisgjøldum vilja sveiggja í mun til gongdina í tilfeinigsvinnunum. Tí er tað búskaparpolitiskt skynsamt at varðveita skipanina við einum búskapargrunni, sum farna samgonga setti í verk. Greiðar ásetingar mugu tó gerast um, nær tilfeingisinntøkurnar enda í grunninum, og nær tær kunnu brúkast í rakstrinum.

Áhugavert verður tí at síggja, hvørjar ábendingar samgonguskjalið gevur um varandi loysnir upp á innheintan av tilfeingisinntøkunum, bæði fyri fiskivinnuna og alivinnuna. Og ikki minst handfaringina av hesum sveiggjandi inntøkum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torraskráin leygar­dagin
Heimurin á einum vegamóti
Stórur dagur á TSK
Bankatoskur á Torradøgum!
Grundtvig á Torradøgunum
B36 vann stórt á KÍ á Djúpumýru í kvøld
Felags barna- og familjuguds­tænasta í Ma…
AVLÝST: Torradagar á Norðoya Fornminnasa…
Morguntúr leygarmorgun 21.feb. 
Talv á Kafé Fríðu í kvøld
Varpa ljós á bústaðarmarknaðin
Ræðandi nógv plastrusk í nærumhvørinum
Bert 2 av 7 nevndarlimum fyri hægri pens…
Veðrið um vikuskiftið
P-dagur í dag
Høvuðs­útbúgvingarstørv krevja uppnormeri…
Ein væleydnað fyrsta ferðavinnu­ráð­stevna
KÍ og B36 spæla venjingardyst í kvøld
Jakobina á Summar Festivalin
Torraskáin fríggja­dagin
Lýsing