Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ótrúliga ríka skotska søgan

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  10.09.2019 - 10:54 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Um tú hevur valt at fara ein túr til skotska høvuðsstaðin Edinburgh, so hevur túr ríkar møguleikar at uppliva nútíðina her nógvar framsýningar og konsertir verða fyriskipaðar. Men søguni gera skotar nógv burtur úr.

Í Skotlandi við Alex

Nú vit eru í Skotlandi saman við Alexi Sólstein, hevur hann hugt at einum dagstúri til Loch Lomond, The Trossachs og Dune Castle. Alex skrivar:

Útferð

Ferðin gongur frá Edinburgh í vøkru Trossachs National Park við heyggjum og hugtakandi útsýni. Umvegis Glasgow fara vit tvørtur um ánna Clyde og koma til bergtakandi bygdina Balloch. Sigla ein tíma á søguríka Loch Lomond: Meðan vit sigl fortelur kendi søgumaðurin Neil Oliver um lendi og tess søgu.

Loch Lomond

Um Loch Lomond sigur hann millum annað, at sjógvurin er 190 metrar djúpur har hann er djúpst. Hetta er triði djúpasti sjógvurin ella vatnið í Skotlandi og tann størsti í vídd. Onki ódjór finst í vatninum, sigur hann við einum smíli. Annars er nógv at finna í Balloch at hyggja at, og so eru handlar og matstovur, minnilund har nógv ymist er at finna og hyggja at.

Ulladepil og seyðahundar

Vit halda fram norðureftir og koma til hálandsbygdina Aberfoyle. Eitt samfelag tætt knýtt at lendinum við álvum og álvagentum. Vit kunnu vitj skotska ulladepilin, har tað ýður av bundnum og vovnum pløggum. Matstøðini eru nógv umframt ymsir handlar. Far ikki avstað aftur, uttan at tú hevur sæð seyðahundaframsýningina.

Doune Castle

Haðani fara vit at síggja miðaldarslottið Doune Castle, bygt í 13. øld til hertogan av Albany.

Tú hevur møguleikan at fylgja í fótasporunum av kongum og hetjum, veruligum og uppspunnum. Slottið hevur verið brúkt í filmum og tv-sendingum. Hygg at byggilistini og at hvussu fólk búleikaðust fri 700 árum síðani.

Stirling Castle

Á heimvegnum koma vit fram við søguligum týdningarmiklum støðum og toftum.Millum annað William Wallace Monument og Stirling Castle.

PS: Í dag hava vit annars ætlanir um at vitja skotsk parlamentið, ið er opið fyri almenninginum. (Oliver)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Veiðiloyv­ini verða bæði rullað aftur og…
FO Tatt Fest 2026 verður um eina viku!
Borgar­stjó­rin í Egersund fegnast
Støðug rakstrargongd og burðardygg átøk…
Vinnarar og taparar á valinum í Stóra Br…
Nýmótans fólka­tónleikur og amerikana
Sir David Attenborough fyllir 100 ár
Semja millum Føroya Arbeiðsgevara­felag o…
Semja millum arbeiðarafeløg­ini og arbeið…
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum