Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðlýsið spáddi rætt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.09.2019 - 17:14 Leiðarin Politikkur

Hóast Norðlýsið fekk nógv at hoyra fyri, at vit bara gittu og gittu skeivt, so vísa okkara keldur seg nú aftaná at hava verið tær mest eftirfarandi.

Serliga Vágaportalurin hevur skotið við skørpum eftir Norðlýsinum fyri at gera ógrundaðar niðurstøður, men nú øll kortini eru løgd á borðið vísir tað seg, at niðurstøðurnar vóru rættar. Norðlýsið visti áðrenn nakar annar miðil, at ABH-samgongan var í pottinum og fór at verða veruleiki.

Sjálvandi skal ein vera varin við at spáa um úrslit av samgongusamráðingum, men her hevur keldukritikkurin alt at siga. Er keldan eftirfarandi, kann hon vera líka góð sum var samráðingarleiðarin sjálvur keldan.

Gamaní var vátt í reiðrinum eina løtu, og tá loyvdu vit okkum at gera metingar av orsøkunum, har fiskivinnupolitikkurin var høvuðsorsøkin. Vágaportalurin kritiseraði hetta og segði orsøkina vera eina heilt aðra, nevniliga at Miðflokkurin kravdi tvey landsstýrisfólk. Hvussu er og ikki, so fær Miðflokkurin bert eitt landsstýrisfólk, er nú greitt. Og um har nakrantíð hevur verið eitt veruligt krav um tvey landsstýrisfólk til ein flokk við tveimum tingfólkum, so sigur vanligur keldukritikkur, at hetta ikki var realistiskt. Tað hevur í besta føri verið eitt útgongdspunkt, sum man hevur verið til reiðar at slakað í.

Tað lættasta er at vera bakklókur. Tað vita vit á Norðlýsinum, og tí vildu vit ikki vera tað, men heldur gera kvalifiseraðar metingar frammanundan og undir samgongusamráðingunum. Og higartil hava vit havt rætt í tí mesta, bæði at ABH-samgongan verður veruleiki, og at Fólkaflokkurin fær fiskivinnumál. Alt bendir á, at vit eisini fáa rætt í, at Jacob Vestergaard verður nýggjur fiskivinnumálaráðharri.

Hetta er ikki ætlað sum sjálvrós. Høvuðsorsøkin til, at vit eru førir fyri at gera tílíkar metingar er, at vit hava góðar og eftirfarandi keldur, og tað eru tær, sum hava rósurnar uppibornar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kvøldskúlin: tilmeldingin letur upp í da…
Borðreiddu fyri UNESCO limum
25 ár við smíli og góðari tænastu!
Áarføri í Klaksvík
Virkið Heyst verður í viku 41
Vakurt - meira enn gras og blomstur
Hvannasunds kommuna veitir fíggjarligan…
Lívið er tann størsta gávan, sum er og n…
Vísindavøka á ferð á Sands Bókasavni í k…
Bólkur 5A hevur 916 dagar eftir
MEGD fær nýggja forkvinnu
Fyrileystrar í Finsen Tórshavn
Føroyska seyða­hundalands­liðið kappast í…
VB: Vit vilja seta trygdina fremst
Alt sprettur úr hugsjón­ini um umsorgan,…
Ongin spenningur um FM - Tíðin er komin…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Tøkk – Ægir 50 ár
Áskoðaraskýlið á Svangaskarði
Tey venja leik í Spinnarínum