Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eingin keta er sterkari enn veikasta liðið

SKRIVAÐ: Rósa Samuelsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin  |  18.09.2019 - 16:05 Politikkur Tíðindaskriv

Eg vil ynskja nýggja løgmanninum og øllum okkara landsstýrisfólkum og løgtingsfólkum hjartaliga tillukku og blíðan byr framyvir.

Eg kann harmast um, at javnvág ikki er millum kynini í landsstýrinum og løgtinginum, men eg ivist tó onga løtu í, at tey, sum manna landsstýrið fyri Sambandsflokkin, vilja gera alt tey eru ment fyri at halda tey vallyfti, sum vit hava givið veljarunum, her hugsi eg serligani innan tey bleytu virðini, sum hava brúk fyri at fáa eina høga raðfesting.

Sambandsflokkurin hevur lagt nógva orku í viðgerðartrygd og rehabilitering (endurmenning), og at javnstilla likamligar og sálarligar sjúkur - hetta í andstøðu og nú eisini í valstríðnum og samgonguskjalinum, og hesi vallyfti vilja vit halda.

Umframt hetta vil samgongan seta heildarætlanina fyri sálarliga heilsu og dementsætlanina fyri Føroyar í verk og raðfesta viðlíkahaldsvenjingar ovarlaga.

Tá eg bjóðaði meg fram sum valevni fyri Sambandsflokkin, lovaði eg at berjast fyri teimum bleytu virðunum, og fáa so nógv av mínum vallyftum sum gjørligt inn í samgonguskjalið.

Fyri meg hevur tað stóran týdning at kunna halda tey lyfti eg havi givið veljarunum. Eg eri sera nøgd við samgonguskjalið, sum vit hava brúkt nógva orku uppá. Tað hava verið dugnalig fólk, sum  hava verið við í arbeiðinum. 

Tá hugt verður í samgonguskjalið, so er eyðsýnt, at stór áherðsla verður løgd á at betra um liviumstøðurnar hjá teimum, sum hava tað trupult. Viðlíkahaldsvenjingin skal setast í verk sum skjótast og talsmaður setast, sum skal taka hond um tey avvarðandi, so tey sleppa frá at renna frá Peri til Pól. Vit skulu víðka og endurskoða “Góðu tilgongdina”, so øll børn og ung, sum hava serligan tørv, verða fevnd av henni.

 

Tað er við takksemi og við eyðmýkd, at eg nú havi tikið sætið á Løgtingi.

Eg síggi tað sum mína fremstu uppgávu, sum limur í Trivnaðarnevnd Løgtingsins, at navigera ímillum almennamál og heilsumál og tryggja samskipan í lóggávuni, so borgarin við serligum tørvi og teirra avvarðandi fáa tað betur í okkara samfelag.

Sum nýggjur løgtingsgrannskoðari, sum er nakað nýtt fyri meg og sera spennandi, vil eg eisini gera mítt ítasta fyri at røkja hesa uppgávu til fulnar.

 

Rósa Samuelsen

løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
14 ár síðani tveir heimadystir á rað utt…
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag