Lýsing
Lýsing
Lýsing

Standmynd av Elinborg Lützen

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  20.09.2019 - 16:03 Mentan Tíðindaskriv

Komandi týsdag, 24. september kl. 16.30 verður standmynd avdúkað av Elinborg Lützen í Klaksvík.

Hetta er fyrsta standmynd av navnnevndari kvinnu í Føroyum. Tað er Klaksvíkar kommuna, sum saman við Norðoya Sparikassa, ið hava tikið stig til standmyndina, eftir uppskoti frá Edwardi Fuglø, listamanni.

Hans Pauli Olsen, myndahøggari hevur gjørt standmyndina.

Almennir grunnar og vinnulívið í Klaksvík, og aðrastaðni við, hava eisini stuðlað hesi verkætlan væl.

At fáa standmyndina framda í verki, varð ein verkætlanarbólkur settur av býráðnum. Í honum hava sitið:

Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini

Gunvá við Keldu, býráðslimur

Jógvan Ravnsfjall, fyrrverandi savnsleiðari

Edward Fuglø, listamaður og hugskotsstillari

Dávur Winther, skrivari

 

Skráin fyri tiltakinum

Byrjað verður kl. 16.30 uppi við standmyndina, sum stendur omanfyri Faktorshúsini

 

Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Brynhild Danielsen avdúkar standmyndina

Klaksvíkar Hornorkestur spælir

 

Farið verður í Spaniastovu kl. 17.00, har røður og sangur verður

Jógvan Skorheim, borgarstjóri

Signhild V. Johannesen, forkvinna í verkætlanarbólkinum

Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa

 

KATA syngur

Karin Kjølbro hugleiðir um Elinborg Lützen

Andras Sólstein, savnsleiðari

Hans Pauli Olsen, myndahøggari

 

KATA syngur

Nils Ohrt, listfrøðingur

Svanbjørg Manai, leiðari á Frímerkjadeildini

 

Boðið verður til ábit

 

Framsýning við verkum eftir Elinborg Lützen hongur uppi í Spaniastovu

 

Henda framsýning kann síggjast fram til fríggjadagin 27. september. Tá er inngongdin umvegis Leikalund, sum hevur opið frá kl. 13 – 17 hesar dagar.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum
Styrkt samstarv um vinnukavara­útbúgvinga…
Móttøka í nýggja Búfelagsskapi­num á Toft…
Liverpool Føroyar stuðlar Giktafelag­num…
Listasavn Føroya verður nú útbygt og nút…
Semja um felags lønarkarm: 12 fakfeløg v…
Nú íresta bara 4 í at fáa reinan meirilu…
6.a vitjar KG
Rúsan út, hvør inn?
Læruríkir dagar á Ungdómstingi
Filmur um barnsburðartunglyndi
Íverksetaranetverk sjónliggerð limirnar
Dansur fyri øll í Løkshøll!
Rói Clementsen nýggjur næstfor­maður í KÍ
Hvat forvinnur Jóannes Bjartalíð í nýggj…
Rokningin fyri at loysa
Loysing kostar – men hvør skal gjalda?
Ein Raskur Drongur - nú online
Loysnir, ikki fíggindamyndir
Vatnið á eystur­síðuni í lagi