Lýsing
Lýsing
Lýsing
Føroyameistarar 1956, 1957 og 1958 Fremst frá vinstru: Álvur Klakk, Karl Isaksen, Karl Monrad Joensen. Miðrað frá vinstru: John Reid Bjartalíð, formaður, Ludvík Jónsson, Bergur Eliasen, Herman Dahl. Aftast frá vinstru: Kristoffur Klakkstein, Jógvan Jacobsen, Sakaris Lydersen, Frimann Baldvinsson, Gutti Kallsberg. | Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag

Tí hevur KÍ ikki vunnið steypakappingina oftari

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  21.09.2019 - 11:15 Ítrottur Tíðindi

KÍ hevur bara seks ferðir vunnið steypakappingina í Føroyum. Men tað hevur sína orsøk. Tí í átta av teimum 17 FM-kappingarárunum luttók KÍ ikki í steypakappingini.

Í kvøld verður finalan í kappingini um løgmanssteypið 2019 millum Víking og HB. Eitt sum er merkisvert í søguni fyri føroysku steypakappingina er, hvussu sjáldan KÍ hevur vunnið hana. Bara seks ferðir hevur KÍ vunnið steypakappingina (1966, 1967, 1990. 1994, 1999 og 2016). Men í KÍ-bindinum ''Bóltspøl millum Klakk & Kjøl'' eru frágreiðingar um ein part av orsøkini.

Ísafjaðarkappingin er fyrsta steypakappingin í Føroyum og byrjaði í 1955. Navnið kemur frá býnum Ísafirði í Íslandi.
Úr ''Bóltspæl millum Klakk & Kjøl'':
Orsøkin var tann, at tá ið eitt styrkt HB-lið hevði vitjað Ísland seint á sumri í 1954, fingu teir á Ísafirði handað steyp at bera Ítróttarsambandi Føroya. Steypið var gáva frá ítróttarfeløgunum á Ísafirði, sum nevndust Hørður og Vestri.
Tað er mangt sum bendur á, at klaksvíkingar ongantíð tóku hesa kapping í størsta álvara, ið hvussu er meldaðu teir frá, tá ið trý ár vóru farin.
Í 1965 var B36 í íslandi og vitjaði ÍBK í Keflavík og síðani ÍBÍ á Ísafirði. Á skilnaðarsamkomu á Ísafirði 14. august fekk B36-ferðalagið nýggjan Ísafjarðargrip at taka heim við sær til Føroya. Hetta var Ísafjarðarsúlan, sum leikt varð um á fyrsta sinni í 1965.

Steypakappingin í Føroyum byrjaði í 1955.
KÍ luttók ikki hesi árini: 1958, 1959, 1960, 1961, 1962, 1963, 1964 og 1970*

Eingin steypakapping var ella KÍ luttók ikki, tá KÍ vann FM hesi ár:
1942, 1945, 1952, 1953, 1954, 1958, 1961 og 1970

Í 1970 noktaði KÍ at spæla steypafinaluna, tí hon skuldi spælast á heimavølli hjá HB

Sostatt luttók KÍ ikki í steypakappingini í átta av teimum 17 FM-kappingarárunum hjá felagnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóhan vil hava nýggja fiski­veiðuavtalu v…
Dalsenni 11.000 pund
Norðlýsið blaðið í gerð
Brynjar og Rógvi saman við lands­stýrisfó…
Jóla­trøini
Fakfelagssamstarvið spyr enn einaferð sa…
Mjølnir vann fjórða sigurin á rað
Veðrið í vikuni
Úrslitið frá lands­seyðasýning­ini 2025
Mjølnir á heimavølli næstu tíðina
Føroyar vunnu smálandakappingina
SÍ koppaði Mjølni
Hátíðarløta fyri Norðoya Listafelagi
Norðoya Gongufelag: Morguntúr kl. 8.00
Fosturforeldra­felagið 25 ár
Tobbi - okkara støða er framvegis púra g…
Slystekan Zelus renardii skrásett í Føro…
Neystið: Ræst kjøt at fáa til keyps í da…
Sandoy og Suðuroy gerast kappingarneytar
Vit skriva jólakort