Lýsing
Lýsing
Lýsing
Málaríið “Den Grundlovgivende Rigsforsamling” málað av Constantin Hansen 1860-1864 vísur fundin har 152 menn kjakaðust og smíðaðu fyrstu grundlógina í Danmark. Malaríið hongur á Fredriksborg Slotti.

Fólkatingið kveikti fólkaræðið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.10.2019 - 08:24 Leiðarin Mentan Politikkur Tíðindi

Fyri ein fullveldismann kann tað tykjast rangvørgt, at føroyingar hava tvey umboð á Fólkatingi, ofta í dagligari talu rópt Danating. Men um vit spola tíðina aftur til tað mundið, Fólkatingið varð sett á stovn í 1849, so síggja vit eisini tjóðskaparmenn sum eitt nú Niels Winther fagna Grundlógini og skriva positivt um hana í fyrsta føroyska blaðnum Færingetiden, har Niels Winther var blaðstjóri. Orsøkin var sjálvsagt ikki, at hon var donsk, men tí at hon gav fólkinum – eisini føroyingum – valdið, ið kongur áður hevði havt.

Og fólkaræðið í Danmark spreiddi seg eisini til Føroyar. Áðurnevndi Niels Winther sat sjálvur á Fólkatingi í 1851-1857, og árið eftir hann kom á Fólkating, varð Løgtingið í Føroyum endurstovnað, tó ikki sum lóggávuting fyrrenn í 1948. Tað kundi gera tilmæli, sum Fólkatingið so samtykti ella feldi.

Upprunaliga hevði lóggávutingið í ríkinum tvey kømur. Ríkisdagurin var felagsheitið fyri bæði kømurini, ið vóru ávikavist Landstingið og Fólkatingið. Av hesum báðum varð Landstingið roknað sum tað minni fólkaræðisliga. Millum annað skuldu limirnir eiga jørð fyri at kunna verða valdir, og 12 av teimum 66 landstingsmonnunum valdi kongur, ikki fólkið. Hetta var ikki við í upprunaligu skipanini, men varð innført við Grundlógarbroytingini frá 1866. Hartil var valrættaraldurin til Landstingið væl hægri.

Ein fólkaræðislig nýskipan kom í 1901 við tí sonevnda “systemskiftinum”. Hetta hevði við sær, at Fólkatingið einsamalt nú valdi stjórnina. Landstingið helt tó áfram. Í 1915 fullu kongavaldu landstingsmenninir burtur, men ein fjórðingur av Landstinginum skuldi veljast av teimum fráfarandi landstingslimunum. Valrættaraldurin til Landstingið var 35 ár, meðan hann einans var 25 til fólkatingið, og landstingslimir sótu í 8 ár, meðan fólkatingslimir “einans” sótu tey 4 árini, vit alla tíðina hava kent fólkatingið fyri og framvegis gera.

Seinastu leivdirnar av Landstinginum, og harvið eisini helvtini av Ríkisdegnum vórðu fyribeindar í 1953, tá Grundlógin seinast varð broytt (trúnfylgjulógin undantikin), og við teirri broytingini fingu kvinnur rætt til donsku trúnuna og Fólkatingið gjørdist einaráðandi. Landstingið varð avtikið, og heitið Ríkisdagur fall burtur.

Føroyar og Grønland hava sum øllum kunnugt 2 tingfólk í part í Fólkatinginum. Misjavnt hevur verið, hvussu stóran týdning føroyingar og føroysku flokkarnir hava lagt í umboðini ígjøgnum tíðirnar, eins og hvussu stóran týdning fólkatingsumboðini sjálvi hava lagt í týdningin at hava umboðanina. Ongin gerst bilsin av at hoyra, at Sambandsflokkurin er tann flokkurin, ið leggur mest fyri fyri at vinna fólkatingsumboðan, og hann er eisini tann flokkurin, ið hevur havt umboð oftast.

Sambandsflokkurin gjørdist eisini størsti flokkur á fólkatingsvalinum í ár, men triðstørstur til løgtingsvalið knappar 3 mánaðir seinni, og tað sigur eitt sindur um, hvussu nógv flokkurin og hansara veljarar leggja í at vinna fólkatingsvalið. Í løtuni umboða Edmund Joensen og Sjúrður Skaale Føroyar á Fólkatingi; Sjúrður Skaale varð afturvaldur fyri Javnaðarflokkin, meðan Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum loysti Magna Arge úr Tjóðveldi av. Magni Arge var varamaður fyri Høgna Hoydal, sum vegna landsstýrissess sín ongantíð tók sætið.

Sum siður er, verður drotningin í Fólkatingssalinum, tá tingið verður sett fyrsta týsdag í oktober - í dag. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag
Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 20…
NATO tinglimir á vitjan í Føroyum
Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suður…
U21 hetjurnar í KÍ blusuna
Kúlubøka á Kaldbaksfirði
Annað bind av "Færøsk Litteraturs Histor…
Tøkk – Ella Mørkøre
Erik Biskopstø vitjar Norðlýsið
Útróðurin í dag
Kular Røtur hava 25 ára show á Vágsbø
Unglingar lupu á sjógv
Fráferðartiltak til Oyggja­leikir 2025
Upptakt: Víkingur-KÍ
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið
Líggjas við enn einum meti
Julian: Eg vil hava fleiri met
Til Danmarkar at kappast