Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

LookNorth troytir vitanardepilin Glasir

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver  |  02.10.2019 - 18:58 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í morgun fór ein bólkur av fólki kring LookNorth, saman við stjóranum, Árna Skaale og fíggjarleiðaranum Ragnar Sundstein, við bussi til Havnar. Málið var Glasir, og orsøkin var, at LookNorth hevði biðið næmingar av Glasi um at gera eina marknaðarkanning um møguleikarnar hjá føroyska leypinum, sum LookNorth framleiðir, men sum eftir framleiðarans metan, ikki hevur fanga marknaðin nóg væl.

Árni Skaale, stjóri á LookNorth segði áðrenn farið varð til Havnar, at LookNorth hevði hug at fara undir at fraleiða eina breiðari viftu av ymiskum lutum og vildi tí brúka hesa kanningina, ikki bert til leypin, men sum eina ábending um hvar LookNorth skuldi leggja arbeiði í í samband við marknaðarføring, fyri at røkka fleiri viðskiftafólkum. 18 næmingar ið lesa Bachelor innan innovatión og íverksetan, saman við undirvísarum sínum, hava gjørt og lagt arbeiðið til rættis.

Eftir eina fyrikomandi vælkomst frá Jákupi Bech Jensen, samskipara av innovatiónsútbúgvingini og frá Árna Skaale, fóru næmingarnir undir framløguna av tí arbeiði tey høvdu gjørt og av tí úrslitið, tey vóru komin til.

Vit, ið vóru við í hópinum, og sum sluppu at lurta og fingu eina gjølla lýsing av hvussu vøran var móttikin ímillum viðskiftafólk, fingu boð um ikki at almannakunngera ov nógv burturúr tilfarinum, tí partar er loyniligt tilfar hjá framleiðaranum.

Sigast má, at sera áhugavert var at hoyra, hvussu næmingarnir høvdu verið úti hjá virkjum, ið kundu vera møgulig viðskiftafólk. Eisini høvdu tey gjørt kanningar ímillum ferðafólk og føroyingar. Her fingu vit at síggja hvussu leypurin var móttikin. Eitt sindur av tilfarið fingu vit til at hugsa um, tí ein stórur partur av teim spurdu, vistu ikki at leypurin var til. Onkrar av stóru fyritøkunum, sum kundu hugsa sær at brúka leypi til eitthvørt vildi t.d. hava at leypurin var gjørdur úr endurnýtslutilfari.

Onki er at ivast í, at leiðslan fekk nógv tilfar at arbeiða við tá talan er um marknaðarføring av ikki bara hesum lutinum, men eisini í breiðari høpi. Millum annað var ein facebookprofilur eftirlýstur.

Næmingarnir høvdu gjørt eitt gott og áhugavert arbeiði, sum gav okkum øllum á túrinum nakað at hugsa um.

At enda tók Ragnar Sundstein samanum og takkaði fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sum ein dreymur
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Seyða­hundafinala á Viðareiði
Nú strýkur vorið völl og dal
KÍ skuffaði í fyrstu stóru royndini í ár
Lýsing