Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eiði er ein sera vøkur bygd

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.10.2019 - 08:25 Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í kommunumálum millum annað, tá Eiðis kommunu hátíðarhelt sín 125 ára stovningardag. Vit prenta røðu hansara.

 

Góðu bygdaráð, eiðisfólk og gestir.

Eg fari fyrst at takka fyri, at eg varð boðin við at hátíðarhalda dagin, nú Eiðis kommuna hevur verið sjálvstøðug kommuna í 125 ár.

Tilgongdin at skipa tey kommunalu viðurskiftini í Føroyum byrjaði í 1866. Hetta var, tá ið Havnin varð skipað sum kommuna við Lov om Byen Thorshavns økonomiske Bestyrelse.

Hóast Havnin ikki gjørdist keypstaður fyrr enn í 1908, var fyrimyndin fyri lógini frá 1866, at Akureyri í Íslandi var vorðin keypstaður og sjálvstøðug kommuna í 1862. Harumframt varð hugt at Anordning fra 1846 om kommunal Ordning for Reykjavík.

Longu árið eftir, í 1867, setti løgtingið fram ynski fyri danska løgmálaráðharran at fáa hann at koma við einum lógaruppskoti, sum kundi skipa byggiviðurskifti, vegir og heilsuviðurskifti uttan fyri Havnina. Amtmaðurin vildi somuleiðis hava eina kommunala skipan at taka sær av skúla- og vegviðurskiftum umframt almennu heilsurøktini.

Við støði í donsku lógini um landkomunur frá 1867 fekk løgtingið í 1870 eitt lógaruppskot til viðgerðar. Størsta ósemjan í viðgerðini, bæði á løgtingi, í ríkisdegnum og á fólkatingi, var, hvørt tann kommunala eindin skuldi vera sóknin ella prestagjaldið. Amtmaðurin mælti til at nýta sóknina sum kommunala eind, sum gjørt varð í Danmark, men danska innanríkisráðið mælti heldur til at nýta prestagjaldið sum eind, sum gjørt varð har norðuri í Norra. Við einum fólkagrundarlagi, sum lá um 9.000, vóru 40 sóknarstýri mett at vera í meira lagi og ov stór spjaðing av kreftunum.

Løgtingið tók undir við danska innanríkisráðnum og mælti til at nýta prestagjaldið sum kommunala eind. Tó vildi løgtingið, at hvør sókn í kommununi skuldi gerast ein sjálvstøðug fíggjarlig eind. Løgtingið fekk sín vilja, og í 1872 vóru kommunalu viðurskiftini á bygd í Føroyum skipað við lov om de færøske landkommuners styrelse.

§ 1 ljóðaði soleiðis:

På landet styres de kommunale Anliggender i hver Kommune af et Forstanderskab. Kommunen falder i Regelen sammen med Præstegeldet, dog således at hvert Sogns Anliggender forvaltes særskilt.

Soleiðis fingu vit í 1872 sjey landkommunur við 39 sóknum,  og ein av hesum landkommununum var Eysturoyar prestagjalds kommuna við sjey sóknum.

Lógin heimilaði, at tá ið umstøðurnar talaðu fyri tí og ein meiriluti av veljarunum í sóknini vildu tað, kundi sóknin verða skipað sum sjálvstøðug kommuna. Eftir hesi heimildini gjørdist Eiðis sókn í 1894 sjálvstøðug kommuna. Hetta var 12 ár eftir at lógin var komin í gildi.

Eiðis sókn var fyrsta sóknin í Eysturoyar prestagjalds kommunu, sum gjørdist sjálvstøðug, men tó ikki fyrsta sóknin, sum nýtti hesa heimildina. Tí longu í 1876 gjørdist Nólsoyar sókn sjálvstøðug kommuna og í 1892 Vestmanna sókn.

Vit kunnu so spyrja, hví júst Eiði gjørdist fyrsta sjálvstøðuga sóknin í Eysturoy. Langa farleiðin at fara á fund í forstandarskapinum hevur helst verið ein orsøk. Ein onnur orsøk, sum onkuntíð hevur verið nevnd, er Eiðis kirkja, sum var vígd í 1881. Kirkjan segðist gerast so dýr, at hon tømdi allar kirkjukassarnar í Eysturoynni.

Vit mega tó ikki gloyma ta stóru menningina, sum Eiðis sókn var í í seinnu hálvu av 19. øld. Eiðis sókn, sum við fólkateljingina í 1850 var minni enn bæði Sjóvar og Nes sókn, var við fólkateljingina 1880 við sínum 479 íbúgvum tann størsta av teimum 39 sóknunum í landkommununum. Fólkavøksturin helt fram, og í 1890 búðu 501 fólk í Eiðis sókn.

Hóast Eiðis sókn ikki longur er størst, so telist hon millum størstu sóknir í landinum, tá ið hon gerst sjálvstøðug kommuna. Tað er tó ikki fyrr enn í 1944, tá ið Sunda kommuna var fráskild sum sjálvstøðug kommuna, at Eiðis kommuna verður skipað í tí líki, hon er í í dag

Eiðis kommuna er í dag tann 14. størsta kommunan í landinum, størri enn Hvalbiar kommuna, men minni enn Sjóvar kommuna.

 

Nú segði eg, at ein orsøk til at Eiðis kommuna bleiv sjálstøðug var langi vegurin at fara á fund. Men eiðisfólk hava ikki altíð verið bangin fyri at ganga langan veg, tá ørindini veruliga høvdu týdning.

Eg eri vaksin upp í Fuglafirði, og eg havi mangan hoyrt eldri fólk siga frá, tá ið eiðismenn komu til gongu til Fuglafjarðar at spæla fótbólt.

Teir spældu “heimi á Sand”, sum vit kalla tað.

Ein søga, sum eg ofta hoyrdi, var, at einaferð tá eiðismenn og fuglfirðingar spældu á sandinum, tá stóð ein eiðiskona á síðulinjuni og hugdi at. Eiðismenninir vóru stórir og kraftigir, meðan fuglfirðingarnir vóru smærri á vøkstri – bæði so og so. Tá skuldi hon rópa – á góðum eiðismáli: “Slað ikki so hært. Teir eru so smaðir”.

Eiði er ein sera vøkur bygd. Tað sigi eg ikki bara í dag, men tað sigi eg mangan, og eg hugsi tað hvørja ferð, eg eri her. Og tað er ikki uttan grund, at bygdin hevur fingið heiðurin sum landsins “best røkta bygd”. Hetta er ein bygd, sum tit kunnu vera stolt av.

Á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu lesa vit:

Eiðis kommuna í støðugari menning.

Hesum slagorðinum kann eg bara taka undir við, tí tað skilst á øllum brøgdum, at her er yðjandi lív bæði til gaman og álvara, til vinnu og frítíð.

Eg fari at ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku við 125 ára degnum og Guds signing í framtíðini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…