Lýsing
Lýsing
Lýsing

ABC vika 2019

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  07.10.2019 - 11:05 Tíðindaskriv

Fyri aðru ferð skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini “ABC viku”, ið er í viku 41 frá 7. oktober til 13. oktober. ABC vikan er komin í lag, tí altjóða sálarheilsudagur er 10. oktober, og tí er vikan eitt upplagt høvi til at varpa ljós á týdningin av at vera virkin, saman og hugbundin gjøgnum alla vikuna. 

 

Hvat ætlar tú tær at gera í ABC vikuni?

Vikan eitur ein “ABC vika”, tí vikan á ymiskan hátt við tiltøkum og filmsbrotum eggjar til at gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum við at fylgja ABC boðskapinum; ver virkin, ver saman og ver hugbundin. Eggjað verður til, at fólk í ABC vikuni gera meira av tí, sum skapar gleði og innihald í lívinum. Vit seta spurningin “Hvat ætlar tú tær at gera í ABC vikuni?”. Hetta bæði fyri at skapa tilvit um, at vit øll kunnu gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna og at tað eru tær smáu gerðirnar sum muna. Í vikuni kanst tú t.d. gera eina tilvildarliga góða ger fyri onnur, seta tær eina avbjóðing, royna okkurt nýtt ella savna vinir ella familju til eitt hugnaligt átak.

 

ABC vikan hevur ymiskt at bjóða

Fólkaheilsuráðið skipar fyri ABC vikuni, men tað eru ymiskir samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu, ið serliga standa fyri ymiskum almennum tiltøkum og innanhýsis átøkum gjøgnum vikuna.

Av spennandi almennum tiltøkum kunnu m.a. nevnast “Sjóða – Ættarliðini saman í sangi og virkni”, “Grótið”, ið er eitt kafekvøld fyri ung, “ABC gongurtúrur” í Klaksvíkar kommunu, “Opið hús” á Psykiatriska deplinum, “Altjóða sálarheilsudagur” í Østrøm, við framløgum, básum og tónleiki og  “Les fyri sálarligu heilsuna”, ið er eitt tiltak á Býarbókasavninum í Havn.

Tú kanst lesa meira um ymisku tiltøkini í skránni fyri ABC vikuna á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum og fylgja við á facebook síðuni “ABC fyri sálarliga heilsu”. 

Sálarlig heilsa er viðkomandi fyri øll, bæði stór og smá og fyri fólk við ella uttan sálarligar trupulleikar. Tað snýr seg um at gera nakað, fyri at varðveita og betra um góða sálarliga heilsu. 

Vit ynskja øllum eina góða ABC viku.

Tú kanst síggja okkara nýggjasta filmsbrot um ABC vikuna her, har vit spyrja "Hvat ætlar tú at gera í ABC vikuni?":  https://www.facebook.com/abcfyrisalarligaheilsu/videos/773645836408201/ 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík
Hondbóltur, KÍ, Silva Cup og Sushi
Guðrið Hansdóttir við nýggjum staklagið
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Testovan Marin Malena letur upp
Er hetta 10'arin?
KÍ á ferð til Albir
Óli Mittún í uppskoti til heimsins besta…
Føroya Skjótasta Hálvmaraton í Klaksvík
Nær verður arbeitt við farstøð­ini?