Lýsing
Lýsing
Lýsing

Inntøkurnar hjá landskassanum frá alivinnuni nógv minkaðar

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  07.10.2019 - 16:14 Politikkur Tíðindi

Sambært framskrivaðu fíggjarlóg landsins vantar nýggja ABH samgongan at inntøkurnar frá alivinnuni verða heldur lakari í ár.  Marknaðarprísurin fyri aldan laks er sera lágur og tí verður eisini avkasti til landskassan fyri september mánaða munandi minni.

Laksaprísurin er í dag niðanfyri tríati krónur pr. kilo og so lágur hevur hann ikki verið seinastu seks árini.

Undanfarna samgonga ásetti eitt sokallað ”Tøkugjald” sum er eitt mánaðarligt miðal prosenttal, sum verður roknað eftir miðal mánaðarliga ”altjóða” (RED: Norska) marknaðarar kiloprísinum á laksi.
 
Brot úr lógartekstinum:
Stk. 4. 1) 2) Gjaldið verður ásett soleiðis:
1)   Er miðal altjóða marknaðarprísurin kr. 36 fyri kilo ella hægri, er gjaldið 5%.
2)   Er miðal altjóða marknaðarprísurin kr. 32 fyri kilo ella hægri, men lægri enn kr. 36 fyri kilo, er gjaldið 2,5%.
3)   Er miðal altjóða marknaðarprísurin lægri enn kr. 32 fyri kilo, er gjaldið 0,5%.

 
Marknaðarprísurin fyri laks er í løtuni einans kr. 29,89.
 
Hetta merkir at tøkugjaldi kann minka úr 5% pr. kg. heilt niður í 0,5 % pr. kg. tá Gjaldstovan skal senda alifeløgunum rokning fyri septembermánaða.
 
Miðalinntøkur hjá landskassanum pr. mánað sambart landsroknskapunum seinastu trý árini:
157,9 mió. kr. í 2016 (ímiðal kr. 13,4 mió. pr. mánað)
158,1 mió. kr. í 2017 (ímiðal kr. 13,2 mió. pr. mánað)
136,4, mió. kr. í 2018 (ímiðal kr. 11,4 mió. pr. mánað)
  
Í ár vantar fíggjarmálaráðið at inntøkurnar frá tøkugjaldinum hjá alivinnuni verða 140 mió. kr.. Men komandi ár vantar fíggjarmálaráðið at fáa 154 mió. kr.  inn frá alivinnuni og greinarar meta at prísurin á aldum laksi fer at hækka aftur.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tiltøk í vikuni
KS: Trý nýggj starvs­fólk á Tænastudeildi…
Mini TeenStreet í Kelduni – 10. og 11. a…
Sjey aðalráð geva Sandoynni umboðan
‘’Suffer in Silence’’ er nýtt staklag ef…
Munandi betrað landafrøði­lig umboðan
Óvissan um tjóðarsemjuna opnar fyri Nýgg…
Samgonguskjalið undirskrivað
Johan Dahl verður løgtingsfor­maður
Hesi verða lands­stýris­fólk
Mars – lýggjur og vátur
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…
Bókaframløga: Øll lúgva fyri leiðara­num…
Birita í Filmsfelagnum
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…