Lýsing
Lýsing

120 ára gomul polyphon í Trøllagili

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver  |  12.10.2019 - 22:10 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Helst hevur avmyndaði luturin omanfyri, staðið ímillum annað innbúgv í “Norðaru Stovu” í Trøllagili, í útvið  80 ár, har Klavus Rasmussen, Jógvan og Dagmar Rasmussen og Kristoffur Joensen búleikaðust, tá eg var smádrongur.

Trøllagil

Húsini tosað er um, er norðari partur av samanbygdu húsunum í Trøllagili á Vágsheygnum. Í dag býr einkjan eftir Eiler Rasmussen, sála, Halgerð Rasmussen her.

Torradagar

Tá Torradagarnir vóru fyriskipaðir í ár, vóru vit eitt toymi, sum hjálpti Poul Havn at sýna sítt stóra savn av tekniskum tólum fram í Smæruni við Kjalarvegin. Í hesum sambandi fingu vit eisini gamla “plátuspælaran” ella polyphonina, sum hetta tólið kallast, í Trøllagili við á framsýningina.

Hetta er eitt tól, ið spælir eftir spælidós prinsippinum, tað vil siga, at pláturnar eru av stáli, at tónarnir eru slerdir í stálið, soleiðis at plátan kan aktivera nakrar membranar.

Dovva

Jógvan hjá Klávus, sum vit kallaðu pápa Eiler, hevur einferð spurt Dimmalætting um hetta tólið, sum hann hevði í stovuni. Dimmalætting kom fram til, at tólið hevði staðið í Ydun í Havn, men varð burturlutað. Vit sum kendu Kristoffur Joensen, sála, millum manna nevndur Dovva, vita at hann títt og ofta keypti lutaseðlar og luttók á eydnuhjóli. Hann var í síni tíð tiltikin heppin vinnari. Tað váttaði eisini Ásla Magnussen í Famjin, ið er dóttir Jógvan og sum øll síni barnaár búði í Trøllagili.

Framleitt í Leipzig

Ásla og onnur, sum eg havi spurt minnast einki til, at tólið hevur verið virkið. Men vit minnast, at væl var ansað eftir tí og at vit børn sluppu ikki at lata tað upp uttan onkur vaksin var við okkum.

Fyrispurningurin hjá Jógvani Rasmussen gav eisini tað svar, at tólið er helst frá umleið 1890, ella útivið 120 ára gamalt og er framleitt í Leipzig í Týsklandi.

Mekanor tekur um endan

Tá framsýningin í Smæruni var at enda komin, átók Kjartan Hansen frá Mekanor at royna um hann ikki kundi fáa tólið at virka aftur. Hetta var ikki nakað einhvør kundi gera, tí fjøðurin, ið drívur verkið var brotin, lutir til verkið lógu leys inni í “maskinrúminum” og hann mátti gita sær til hvussu alt hetta virkaði.

Spæl fyri pengar

Tólið er nevniliga ein spælidós. Tú kundi koyra ein pening í eina sloku, so kundi tú trekkja fjøðruna upp og so spældi tólið plátuna. Tá peningurin fór gjøgnum slokuna, datt hann niður á eina vekt, soleiðis at um rætta vektin var, so spældi polyphonin. Peningurin datt so niður eina skuffu, sum kundi latast upp við lykli frammanfyri á tólinum.

5-oyrað frá 1928

Í hesi peningaskuffuni lá nevniliga greinin, ið hevur staðið í Dimmu, harumframt vóru ymsir lutir, sum vóru avmonteraðir í áður royndum at fáa tólið at virka. Men tað sum kanska var mest áhugaverduga var, at eitt 5-oyra, frá 1928 lá eisini í peningaskuffuni, helst tann peningurin, ið seinast hevur verið nýttur til at fáa tólið at spæla.

Kend løg

Í kjallaranum í Trøllagili lógu umframt mangt annað, eisini 45 plátur, sum polyphonin kann spæla. Har vóru titlar sum, Fresko Polka, Des gebet einer youngfrau, La Marseillaise, Russische nationalhymne, Kong Christian stod í høje mast og ein hópur av øðrum.

Klávus í Trøllagili

Sum myndirnar vísa, so er mangt annað forvitnisligt at finna í Trøllagili. Halgerð var so beinasom at vísa mær í kjallaran og niðan í hoyggjhúsið, har sera nógv av bøkjaraamboðunum hjá Klávusi eru til skjals. Uttanfyri stóð ein brynja til ein hvørvistein og í túninum hvørvisteinur og kvarnasteinar.

Í gomlum døgum rann ein løkur framvið her og oman á stykkið hjá pápa mínum, hendan áin er seinni løgd undir heilt, men her uppi við húsini har Halgerð nú býr, var ein lækja so seint sum í 50-unum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…