Lýsing
Lýsing
Lýsing
Útsynningur við lítlum vindi í dag. Útsynningur er góð ætt í Klaksvík, tá ið barometrið er høgt. Í næstu viku er aftur nógv avfall - eisini kavi. | Mynd: in.fo

Dystarveðrið í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  20.10.2019 - 10:10 Tíðindi Veðrið

Veðrið í gjár og fyrradagin var keðiligt – fitt av vindi og nógv avfall.

Í nátt og í morgun er betri. Ein hátrýstryggur við góðum veðri hevur stungið seg upp ímillum lágtrýstini, sum hava givið okkum keðiligt veður í longri tíð. Góða veðrið fer tó ikki at liggja longri enn til í kvøld.

Luftin, sum kemur til okkara í dag, stavar frá leiðunum í miðjum Norðuratlantshavi. Lítil ferð er á henni, men hon er slavin, so okkurt æl kann væntast í dag.

So, meðan dystur er í dag við Djúpumýrar í Klaksvík ímillum KÍ og NSÍ, fara tað at vera um 5 m/s úr útsynningi. Skýggjað og kanska okkurt æl. Hitin fer at liggja um 5 til 8 stig.

Góðan dyst, og koyr á KÍ!!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bogi: - Fyritøkur í Føroyum missa millu…
KÍ í samráðingum við Torino
Nýggjársbálið í Hvannasundi avlýst
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Fyltu bátin við Brislingi
Samráðast aftur í dag
Telving um jólini
KÍ kvinnur nýggjan høvuðsvenjara
Norðsøki aftur av roktúri
Tøkk - Elin Sofiía Thomsen
Arbeiðsmarknaðu­rin við eitt vegamót?
Vígsla  –  Evy og Jens
Er útboð besta valið?
Team Klaksvík selur fýrverk í ALFA
Fýrverkssølan hjá Nóa er byrjað
Svimji­høllin innvígd
Stríðsval at sleppa í nevndina
Annfinnur heldur fram sum formaður
Jól og góðveður
Klaksvík­ingur er mannaður til 2026