Lýsing
Lýsing

Margeir Toftegaard sjeyti fimm ár,  týsdagin 22. okt

SKRIVAÐ: Frits Johannesen  |  24.10.2019 - 14:15 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Myndarøð Tíðindi Vinna

Ja, tað er nógv at fara um, tá ið ein er uppvaksin á Bakkanum í Fuglafirði. Hetta jørðildið var hugtakandi bæði fyri yngri og eldri sálir. Tá ið vit eldast, hugsa vit nógv um okkara uppruna. Foreldrini hjá Margeir vóru Helga og Emil Toftegaard. Helga var dóttir Andreu og Símun Paula. Andrea doyr í barsil við Andreu í Máini, 1. Januar 1922, sum varð uppkallað eftir mammu síni. Símun Pauli doyr 25. des. 1924 eisini í bestu árum. Sostatt gerast Helga og systkin hennara faðir- og móðurleys.

Helga vaks upp hjá Elsebeth Mariu. Ið var kallað Mia. Aksel var t. d. beiggi Annu á Støðini, sum eisini var so mikið óheppin, at hann doyði av lungnabruna í nov. 1924. Emil var sonur Rakul og Elias Toftegaard.

Margeir er føddur 22. okt. 1944 og er giftur við Nicolu. Tey eiga 2 børn, Niels Paula og Suffíu Nón, og fimm barnabørn. Systkini hjá Margeir eru 3 í tali.. Yngstur er Egil – so Margeir, Eyðbjørg og elst, Sólrun. Tá ið komið verður til barnaár, so var fjøran dygst við barndómsheimið. Ikki so langt frá var Stórabrugv og Kaiin, har skip sigldu javnan út og inn. Ja, mangt er at rógva aftur á. Lívsins dráttur í barnaárum setti eisini síni spor. Einum sinni, har Margeir sum heilt lítil var dottin á sjógv, hevði mamman eingi turr klæði at lata hann í, so hann mátti leggja seg undir dínuna eina løtu, men tað tímdi Margeir ikki. Mamman hyggur út ígjøgnum køksvindeygað, og sær Margeir fara um vegin oman í fjøruna í klædnaplaggi frá systrini Eyðbjørg.

Eitt, sum rørir sinnið er flakatíðin. Tað var stuttlig og spennandi tíð, tá ið flakarnir vórðu smíðaðir. Margeir var góður til hendurnar, og  eingin ivi var um , at flakin hjá Margeir var tann snøggasti. Hetta var ein sera sjáldsom tíð. Róð var við flakunum út á fjørðin at hekla, við skrubbuloddi og settu línu. Satt at siga vóru bakkadreingir innuløgumenn, tí mangan var eisini farið á seiðaberg á Kolbrúnna, kaiina og norður á Ennið.

Fyrstu ferð Margeir fær part, var  ein dagin hann var á Galvinum og dyrgdi við Pól Ennigarð. Báturin hjá Póli var ein maskinbátur, ið æt Norðbingur. Stórseið fekst tú altíð um hetta mundið á Galvinum, og hetta varð selt  á Piddabrúgv til fólkið. Tá ið Margeir kom úr skúlanum dagin eftir, bankaði Pól upp á dyrnar og gav honum uml. 10 krónur og segði: “ Hetta skal verða tín partur.”

Ùtróðrarbáturin Støðin og aðrir bátar.

 Emil, pápi Margeir,dreiv útróðrarbátin Støðina, sum  Kjølbro átti. Margeir var við hesum báti sum 11 ára gamal t. d. vestanfyri í eina viku – frá mánadegi til leygardag. Tá ið hann lá við landnyrðingi varð farið vesturum. Teir lógu inni á Miðvági og engdu. Margeir var eisini við mangar túrar, tá ið róð var út av Fuglafirði. Tá ið Margeir hevði fingið prestsins hond á høvdið, var hann fastur útróðrarmaður umborð á Støðini. Við vóru 8 mans – Andrew Hansen, motorpassari, Edvard á Bakkanum, Pól Ennigarð, Hans David í Vík, Jens Clemint , Emil, Sivard á Høvdanum og Margeir.

Margeir stóð við spælið og kveylaði línu niður í stampin. Ein annar av manningi stóð við rulluna. Hann var so ringur av sjóverki, so hann mátti læra seg at spýggja , meðan hann kveylaði niður í stampin. Pápi hansara, Emil var útróðrarformaður á hesum báti við byrjan av fimmti árunum til uml. 1960.

Pilot, Núgvunes og aldubáran.

Henda tíðin hjá Margeiri var eins og lunnarnir til sjólívið. 1960 fer Margeir við Pilot á Vesturlandið í Íslandi og vóru teir á hesi leið í hálvan triðja mánað. Fiskað varð við snøri, teinaloddi í sjálvdrátti. Emil smíðaði soninum ein lippukassa, áðrenn farið var avstað. Petur Halgadal var skipari.

Ì okkara dreingjaárum varð mangan sparkað bólt á kaini. Ein dagin, meðan vit reikaðu um  hesar sandtinnur við bóltinum, kemur Petur Lervig, Petur á Regni úr Leirvík og spyr um nakar okkara dugdi at starta motorin umborð á Aldubárini? Margeir svaraði beinanvegi, at tað dugdi hann. Støðin hevði sama slag av motori bara minni. Tá ið Margeir hevði sett motorin í gongd, spyr Petur Margeir, um hann kann koma við og vera motorpassari? Margeir svaraði, at hann visti ikki, um mamma hansara vildi. Petur fór heim við Margeiri, og Helga varð spurd, um Margeir kundi koma við sum motorpassari við Aldubárini? Útróðrarbátur úr Leirvík. Helga segði, ja. Farið varð á sildafeltið norður á 65 – 66 stig. Sildin, sum fiskað varð, varð ísað niður til agn.-

Henda veturin róði Margeir út við Núgvunesi, útróðrarbátur av Eiði. Landað varð í Fuglafirði. Báturin lá vágbundin - fyri teymi á Fuglafirði, tá ið veðrið ikki var til vildar.

Meka, útróður, Havdis og Dragin

Á várið 1962 fer Margeir í læru í smiðjuni Meka, men hann var eisini á sjónum, meðan hann lærdi. Hetta var út á heystið. Farið var avstað um varmakelduleitið og roynt varð út í novembur mánað. Hesi skip vóru Karl, Gunnar Samuelsen skipari, Gulenni, Olli Neshamar skipari og Aldubáran,Elias Lervig skipari. Tá ið Margeir var liðugur at læra, fer hann við Mazeppu sum motorpassari. Suni hjá Sámal Petur á Viðareiði var skipari. 1966 fór Margeir at rógva út við Havdis, sum farbróðirin, Jens og Tórik, sonur hansara áttu. Hetta var vanligur útróður.

9. januar 1967 varð Dragin keyptur. Tað vóru feðgarnir Emil, Margeir og Egil, ið keyptu bátin. Róð varð út um veturin og um summarið við snellu undir Íslandi eftir upsa. Í sjeyti árunum kom trolið á borðið, har trolað varð á landleiðini.

Feðgarnir høvdu Dragan í sløk 20 ár. Engt varð úti við Ísvirkið hjá Haraldsen, meðan róð  varð út. Á landi vóru bæði gentur og dreingir, ið hjálptu til við egningini. Fast var, at fastalávintsmánadagur var frídagur- ikki bert í skúlanum, men eisini við egningini. Tá fór Dragin út á vágna við egnarunum og væl av góðgæti varð keypt til hesar knávu egnararnar til eina hugnaløtu á vágni, har tunnan var sligin umborð. Hetta var ein stak litrík løta, sum vardi meginpartin av sjeyti árunum.

Lítli Elias.

1984 keypir Margeir Líggjas frá Kaj Eli Blábjørg, og hann fær navnið Lítli Elias eftir abbanum. Elias Toftegaard, varð kallaður Lítli Elias. Margeir hevur henda bátin til 1990 og rør út við honum saman við Egil, bróðrinum.

Um hetta mundið var fiskiskapurin vánaligur, so tað var tungt at koma undan. Margeir seldi bátin og fór at arbeiðja á landi og fekk sær ein minni bát. Hetta var sekæarringurin Støðin. Hann hevði góðar egnarar á landi og fekk sera góðan stuðul heimanífrá. Margeir hevði tveir bátar eftir hetta, sum vóru glastrevjabátur bátar. Meðan hetta fer fram, arbeiðir Margeir á Blákrossheiminum, men rør esini út, tí hann arbeiðir í skiftisvaktum á heiminum í sløk 28 ár. Hetta arbeiðið dámdi Margeiri væ lí trúnaði, trúgv og Guds hjálp.

Endi

Báturin, ið Margeir rør út við í dag, eigur sonurin, Niels Pauli. Báturin er keyptur úr Jegindø í Limfjørðinum, sum er og 15 tons. Hetta eru fagnaðar løtur á Norðhavinum, sum endurspegla seg í sinninum frá farnum døgum, nú ellisárini koma á gátt. Margeir hevur flotið á sjónum í seksti eitt ár og takkar Harranum fyri hesa tíð. Hjartaliga til lukku við teimum sjeyti fimm árunum.

Frits, javnaldri og skydlmaður.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tjóðbankin: Ferðavinnan vaksandi týdning
Nógvur roykur í Norðoya­tunnilinum
Ein heil bók bygd á eina lygn
Líðhamar góðan túr í dag
Mjølnir spælir í kvøld
Video: Ole Erik Midtskogen gleðir seg ti…
Tjóðbankin um fiski­vinnu­politikkin: Rós…
Grindareiðskapur úr Sønderborg til TSK
Tjóðbankin: Kommunur­nar mugu fáa greiðar…
Núpur góðan túr undir Íslandi
Norðlýsið á gøtuni
P/­F Norðoya­tunnilin byggiharri av tunlum…
Móttøka hjá Toyota í Klaksvík
Klaksvíkar arbeiðsk­vinnu­felag: Opin kvøl…
Skrúvuguds­tænasta í kvøld
UNPLANNED – filmskvøld í Betesda fríggja…
Tøkk - Elina Poulsen
Vardi verkstaðu­rin á Brekku riggar til j…
Útblaking sambært KVF og útblaking sambæ…
Árligu jóla­sølur­nar hjá  Vardu Verkstøðu…