Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jákup B. Andreasen: Altíð verið ein dreymur at vunnið FM við KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  30.10.2019 - 18:09 Ítrottur Tíðindi

Dreymurin hjá KÍ-liðskiparanum Jákup B. Andreasen gekk út leygardagin.

21 ára gamli Jákup B. Andreasen var liðskipari hjá KÍ í ár. Hann tók ímóti FM-steypinum í Gundadali eftir 3-0 sigurin leygardagin.

 


Rørandi løta

Jákup fegnaðist um meistaraheitið og viðgekk, at tað var ein rørandi løta, tá meistaraheitið kom í hús.

- Kenslan er øgiliga góð, og hetta er ein rørandi løta fyri okkum. Vit hava bíðað leingi eftir hesum. Men eg haldi, at hetta er uppiborið. Vit hava verið góðir í alt ár. Eisini um ein tekur summarið við, har vit spældu í Europa League, segði Jákup B. Andreasen við Norðlýsið eftir dystin.

 


Vildu fáa góða byrjan

- Vit koma øgiliga væl út til dystin og undan dystinum løgdu vit dent á, at vit skuldu koma væl frá byrjan og leypa á. Men at skora tvey mál beinanvegin var kanska betri enn væntað. Tað skapar frið yvir spælið, og so avgera vit tað móti endanum.

- Eg havi ikki hugsað so nógv um tað áðrenn, at tað bleiv eg sum skuldi lyfta steypið, tí eg havi bara hugsað um dystin. Men teir næstu dagarnar fer tað sikkurt at ganga ordiliga upp fyri mær, at eg eri føroyameistari við KÍ, sum altíð hevur verið mín dreymur. Og at sleppa at lyfta steypið var sjálvandi eyka stórt, segði Jákup B. Andreasen við Norðlýsið.

 


KÍ aftur í oddinum

- Hetta hevur alt at siga fyri norðoyingar, at vit eru aftur í oddinum í føroyskum fótbólti. Hetta var ein ordilig ''forloysing'', og vit hava bíðað í so leingi eftir hesum og verið nær við ofta. Vit hava ment okkum síðstu árini soleiðis, at vit klára at spæla undir trýsti. Nú vóna vit, at vit kunnu byggja víðari á hetta, so at tað ikki gongur alt ov leingi til vit lyfta steypið aftur, segði Jákup B. Andreasen at enda við Norðlýsið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini