Lýsing
Lýsing

Til lukku KÍ!

SKRIVAÐ: Árni Dahl  |  31.10.2019 - 23:33 Ítrottur Lesarabrøv

Farna leygardag vann KÍ sannførandi avgerandi dystin móti B 36, og staðfestast kann, at felagið við hesum vann sítt 18. meistaraheiti í bestu deildini.

Tá ið eg – eftir sigurin – í huganum fór at telja eftir, kom eg til ta niðurstøðu, at eg sjálvur minnist 15 av hesum kappingarárum. So nú fari eg av álvara at eldast.

Tey bæði fyrstu meistaraheitini minnist eg – føddur í 1946 -  av góðum grundum ikki.

Heldur ikki avrikið í 1952. Men í 1953 fluttu vit til Klaksvíkar, har pápi var settur í fast lærarastarv. Hetta var spennandi kappingarár, sum var merkt av, at VB tók sítt lið úr kappingini. KÍ hevði á heimavølli vunnið á vágbingum 13-0 (helst størsti sigur felagsins yvirhøvur) – men tá hetta úrslit varð strikað, versnaði málmunur felagsins munandi.

Tá ið leið móti kappingarenda, hevði KÍ 8 stig og skuldi leika seinasta dystin móti B 36 í Gundadali. HB hevði 6 stig og ein dyst eftir at leika, so KÍ skuldi hava stig í seinasta dystinum til at tryggja sær meistaraheitið. Dysturin varð leiktur 26. juli.

Og nógv stóð á, sum John Reid skrivaði í søgubók síni:

“mann blundaði og mann blunkaði, mann hveptist og snaraðist, tí so ymiskar vóru syftingarnar í leikinum ...”.

Men væl gekst. Í fyrra hálvleiki spældi Julius Biskopstø Sakaris á Reyðhúsi leysan, og sum so mangan dundraði Sakaris bóltin í netið. Um miðjan seinna hálvleik rann Petur Vágsgarð, sum var tiltikin kvikur, B36-verjuna av og tryggjaði KÍ 2-0 sigur.

Fimm dagar seinni fylti eg sjey ár.

Kappingarárið 1954 sóu vit smádreingir báðar heimadystir felagsins, KÍ-B36 3-1 og KÍ-HB 2-1. Triði heimadysturin var vunnin uttan dyst, tí TB fekk ikki mannað lið. Á útivølli gekst soleiðis, at TB og KÍ spældu javnleik á Tvøroyri 1-1, men í Havn vann KÍ báðar dystirnar, 4-2 á B36 0g 2-0 á HB.

Soleiðis varð FM-heitið vunnið so ruddiliga og fyrsta ferðarsteypið í bestu deildini, “Skipafelagssteypið”, vunnið til ognar – tvífalt, um farast skal eftir reglunum: tríggjar ferðir á rað ella fimm ferðir tilsamans: 1942, 1945, 1952, 1953, 1954.

Av leikarunum á 1954-liðnum eru bert tríggir eftir á lívi: Karl Isaksen, Kristian Isaksen og Eilev Joensen.

Miðskeiðis í fimmtiárunum góvust fleiri av føstu stuðlunum: Mourits, Hansi, Helgo Finn, Eilev, Petur og Julius (hóast hann var blaðungur). Kortini eydnaðist felagnum at vinna FM árini 1956, 1957 og 1958 og sostatt annað meistaradeildarasteypið, Kjølbro-steypið, til ognar. Nýggir stuðlar vóru Álvur Klakk, Herman Dahl, Bergur Eliasen, Ludvík Jónsson, Frimann Baldvinsson, Gutti Kallsberg, Kristoffur Klakkstein og teir blaðungu Jógvan Jacobsen, (og seinnu árini) Steinbjørn Jacobsen og Magnus Kjelnæs.

Í 1961 vann KÍ sítt 9. FM-heiti í bestu deildini. Nú vóru leikarar sum Michael Olsen, Ólavur Thomsen og Dánjal Krosstein komnir aftrat.

Og so koma gyltu árini frá 1966 til 1972 við 6 meistaraheitum upp á 7 ár. Sum ítróttaskrivari á Dimmalætting hevði eg nógv samskifti við hesar leikarar hesi árini: Málmenn vóru Janus Isaksen, Jógvan Klakkstein, Manni Høgnesen og Ólavur Niclasen. Av útileikarunum vórðu Jógvan, Ólavur, Steinbjørn, Magnus og Jóannes roknaðir sum teir eldru, Páll Sigmundi, Karl Gudmundi og John Sigurði hevði eg spælt á dreingjaliði við í 1962, Eyolvur og Olvheðin vóru góðir vinir og liðfelagar á borðtennisliðnum Glæmuni. Tað sama var Ólavur Niclasen, umframt at hann í uppvøkstrinum var næsti granni, og Heðin hjá Benna var eisini ein góður vinmaður.

Í 1970 flutti eg úr Klaksvík med alla og gavst at skriva um ítrótt miðskeiðis í sjeytiárunum. Men hetta felagið, sum eg var vorðin so góður við, hekk altíð í huganum, tá ið kappingardagur var.

Tað gingu 19 ár, til 16. meistaraheitið var fingið til høldar. Tað var tepurt í 1991. KÍ tapti seinasta dystin í Gøtu 1-2, samstundis sum havnarfeløgini leiktu javnleik 1-1 í Gundadali. Hetta merkti, at KÍ og B36 endaðu á 24 stigum, men bæði GÍ og VB høvdu 23 stig. KÍ vann FM-heitið upp á betri málmun enn B36, KÍ hevði +12 mál, B36 +9. Stóru nøvnini á hesum liðnum mundu vera Todi og Mørkøre-brøðurnir, Kurt og Allan og so Jákup Mikkelsen, sum tó ikki vardi málið henda dagin í Gøtu – tað gjørdi John William, og Jákup varð móti dystarenda settur inn sum fremsti álopsleikari.

Eins og KÍ vann FM fyrsta árið í 90-unum, vunnu teir eisini meistaraheitið seinasta árið í hesum tíggju ára skeiði, í 1999.

Seinastu tvey stigini skuldu fáast til høldar á heimavølli móti ÍF. John Reid var tá farin undir flag; sum hann eldist, orkaði hann ikki at hyggja at, meðan KÍ leikti. Hann reikaði fjaðaleysur um Eiðið, og onkuntíð hevði hann hug at halda til fjals.

Staddur í Hattarvík henda tiltikna illveðursdagin hoyrdi eg í útvarpsfrásøgnini, at Harley Bertholdsen legði KÍ á odda og Rógvi Jacobsen økti til 2-0, men tá ið Ken Bærendsen við beinleiðis frísparki minkaði um munin minuttin seinni, herklæddi eg meg, og – sum John Reid hevði gjørt – helt eg eftir vegnum líka niðan á Kross. Sum drigin av grunni kom eg oman aftur á Flatabeiti – tá hevði Rógvi skotið eitt mál aftrat, og seinni gjørdu fuglfirðingar sjálvmál, eftir at Eyðun Klakkstein, sum var komin inn um miðjan seinna hálvleik, hevði roynt seg móti málinum.

Tá vóru útlendingar komnir inn á føroysku liðini, og føroyskir leikarar vóru farnir at skifta felag. Tí var vágbingurin Jan Allan Müller á liðnum henda dagin; klaksvíkingarnir vóru Jan Andreasen, Harley Bertholdsen, Jan Joensen, John Ryan, Arnold Joensen, Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni og Eyðun Klakkstein. Útlendingarnir vóru Stephen Boyle, Marek Wierzbicki og Andrzej Pacel.

---

Hvussu var so statt henda dagin 26.10-2019? Soleiðis spurdi onkur.

Jú, eg hugsaði um John Reid, sum á sinni: “blundaði og blunkaði, hveptist og snaraðist”. 

Kl. 14.50 tørnaði eg inn við eini bók, blundaði eina fitta løtu, vaknaði við einari góðari kenslu – tað mundi vera, tá ið Jóannes sendi frísparkið beinleiðis í mál. Ikki fyrr enn kl. 17 hættaði eg mær at hyggja út á netið – tá sá eg mynd av glaðum blákløddum leikarum og visti tá, at mítt lið hevði vunnið.

Hjartaliga til lukku, øll! Leikarar og venjari við hjálparmonnum, Tummas, formaður, sum hevur staðið sum ein klettur øll hesi seinastu árini, og ikki minst øll, sum stuðla, hvør á sín hátt: Erna,  Jórun og Jórun, Thom og øll, sum eru góð við hetta felagið, sum 24. august fylti 115 ár.

 

Í Havn 31. oktobur 2019

Árni Dahl

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…