Lýsing
Lýsing
Lýsing
Osmund Justinussen | Mynd: Dávur Winther

Røða hjá Osmund Justinussen

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.11.2019 - 11:15 Mentan Vinna

Vit prenta røðuna sum Osmund Justinussen helt til minningarhaldið teirra sjólætnu í Klaksvík 1. november 2019

 

Vit skulu her við byrjan lesa eitt vers frá 5. Mósebók kap. 8, vers 2:

Tú skalt minnast allan vegin, ið Harrin Gud tín hevur leitt teg hesi 40 ár í oyðumørkini -  fyri at eyðmýkja teg og royna teg og fyri at vita, hvat í hjarta tínum var.

Tað er eingin vág í Føroyum, har so nógv fiskifør hava siglt út og inn, sum á Klaksvíkar vág.

Her stóðu konur, børn og skyldfólk og veittraðu farvæl og ynsktu góðan túr, meðan skipið spakuliga fór frá kai og fór siglandi út eftir vágni, og hvørki teir umborð ella tey, á landi stóðu, vistu, um hetta varð seinasta farvæl.

Havi hevur givið nógv, men tað hevur eisini kravt nógv, og tað hevur Klaksvíkin ígjøgnum tíðirnar eisini sannað. Í dag eru vit komin saman at minnast teir/tey, sum fórust á havinum, tó tíbetur er eingin føroyingur farin á havinum hetta seinasta árið.

Minnisvarðarnir í landi okkara siga frá mangari sorgarsøgu, sum hend er á havinum. Hesir minnissteinar tala uttan orð, teir eru tigandi men siga tó alt.  Einaferð segði Jesus við mannaættina: Tiga tit, so skulu steinarnir tala, og um so øll minnishald halda uppat, so fara steinarnir hóast tað at tala.

Hesin varðin, sum vit standa við í Vágstúni, hevur eisini sína døpru søgu. At fara nærri inn í siglingarsøguna í Klaksvík er ikki tíð til í dag, men nú samfelag okkara livur í yvirflóð og toskurin ger landgongd inn á hvørja vík og hvønn fjørð, eiga vit tó ikki í allari vælferðini at gloyma teir, sum ikki komu aftur uttan av havinum, men at syrgja við teimum syrgjandi og drýpa høvur.

Hesir varðar minna okkum eisini um somu tíð á hjartanemandi menniskjakærleika og hjálp, tá grátandi einkjur og hjálparleys smá stardu út í vónloysið og myrkrið og ongan glotta sóu, tí pápin, maðurin og forsyrgjarin var burtur!

Ein kann til tíðir hugsa:  Er tað rætt at minnast slíkar sorgartilburðir, sum broyttu okkara lív og ristu alt samfelagið, tá íð menn og dreingir máttu lúta fyri havsins veldi, og ein misti tað kærasta, ein átti? Ja, tað er rætt at minnast, vil eiga ikki at gloyma, men goyma tey góðu minnini um tey, sum vóru okkum kær!

Vit lósu úr 5. Mósebók kap. 8: Tú skalt minnast allan vegin, eg havi leitt teg. Tú skalt minnast bæði tað góða og tað tunga.  Vit eru sorgarbundin, tá ið onkur av okkara kæru missir minnið, og vit royna alt, vit kunnu at søkja alla hjálp.  Eitt samfelag, sum einki minnist og sum onga søgu hevur, er sjúkt og treingir til at fáa heilivág.

Lívið er soleiðis samantvinnað, at tað er eitt paradoks, alt í lívinum hevur tvinnar síður, lív og deyði, at læa og at gráta, sorg og gleði, at elska og at hata, nátt og dagur, myrkur og ljós, stormur og stilli, mótgongd og viðgongd, undanbrekka og mótbrekka..... eg kundi hildið áfram.

Hevur tú elskað nógv, hevur tú nógvan sakn, og hevur tú einki elskað, hevur tú ongan sakn, tí er kærleiki og sorg óatskiljilig. Mong, sum standa niðurboygd við minnisvarðar í okkara landi í dag og minnast, hava stóra sorg, tí tey hava elskað nógv. 

 

Danska sálmaskaldi Ludvig Bøtcher yrkir:

Hvad her vi elske, ejes kun på borg

på uvis frist, så er naturens orden

og vildu være fri for savn og sorg,

da må du intet elske her på Jorden.

 

Men sorgen er en engels dunkle hånd,

sum lutrer, hvad os jordisk kjært er vorden

og løfter mod det evige vor ånd

og derfor skal du elske her på Jorden.

 

Tí eiga vit í sorgini at minnast tey, sum vit elskaðu, tey sum ríkaðu lív okkara.  Vit eiga í sakninum at gleðast yvir tað, tey sum undan fóru góvu okkum av kærleika og umsorgan.

Havið hevur givið okkum føroyingum nógv, og mangan hevur tað verið sonn frøði at balast á havinum, tá dorgin á Galvinum var avtakin við seiði, tá strálan av hýsu sást niður ígjøgnum sjógvin, á Mýlingsgrunninum, meðan línan varð drigin, ella tá bellurin og posin fleyt fullur við síðuna av trolaranum.

Fyri nógvum árum síðani sat eg einaferð niðuri í fjøruni úti á Rundøy í Noregi. Har bleiv fortalt mær frá, hvussu sangurin Gud signi várt fólk, hvar tað siglir og rør, bleiv til.  Biskop Støjlen  yrkti sangin, sum hann sat niðri í fjøruni og hugdi út ímóti aldubrotunum og mintist beiggja sín, sum hann hevði mist í eini skipsvanlukku úti fyri Rundøy. Ein partur av einum versi í hesum sangi sigur:

 

Har mangir av okkara funnu sær grøv,

til havs hevur farið so fagur ein skarði,

hann hvílir har úti og vaknar ein dag

og syngur frá sjónum hitt Himmalska lag

 

Eg ivist ikki í, at Støjlen hevur haft Opinbáringina kap 20, v. 13, í huga, tá hann yrkti hendan sangin.

Havið gav aftur hini deyðu, sum í tí vóru.

 

Seinasta ørindi í sanginum er so hugtakandi, har hann sigur:

Tá deyður er deyðin og horvið er hav.

 

Vit duga ikki at ímynda okkum hesa løtu, tá deyðin fer at bera aftur og verður gjørdur til einkis.  Higartil hevur hann bara tikið og einki borið aftur.  Fyrstu ferð, at vit síggja, at hann ber aftur, er tað frá havinum.

Mangur hevur hevur staðið syrgjandi við eina grøv ella ein minnisvarða og havt hetta ynski: Á gævi at viðkomandi hevði komi aftur, men einki svar fingið.

 

Vit skulu enda við hesum versi:

Gud gev okkum øllum tað landi at ná

Har skyldfólk og vinfólk vit uppaftur sjá

Tá Hirðin sítt fylgi úr mold og úr bylgju

Skal savna, har sorgin um ævir er av

Tí deyður er deyðin og svunnið er hav.

Æra verði minnið um tey, sum fórust á havinum.

                                ----------------

Bøn!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð