Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggja rættargangslógin styrkir rættartrygdina

SKRIVAÐ: Løgmansskrivstovan  |  03.11.2019 - 18:29 Politikkur Tíðindaskriv

Rættartrygdin hjá vanliga borgaranum verður styrkt, tá ið nýggja rættargangslógin fyri Føroyar kemur í gildi. Í vikuni hevur løgmaður borið ríkislógartilmæli um nýggja rættargangslóg í Løgtingið.

Nýggja lógin er umfatandi og hevur fleiri enn 1000 ásetingar. Hon inniheldur eitt nú reglur um, hvussu rættarmál í Føroya Rætti skulu viðgerast, um uppgávur hjá advokatum og um arbeiðið hjá politinum og ákæruvaldinum í revsimálum. Í mun til galdandi lóg, sum við fáum broytingum er frá 1988, verður lógin gjørd tíðarhóskandi.

”Við nýggju lógini verður rættargangurin í Føroyum í einum taki lyftur inn í 21. øld. Rættargangslógin er felagsmál, og tá ið vit hava felags rættarskipan haldi eg, at tað er bæði skilabest og mest skynsamt, at vit í Føroyum hava somu reglur sum í Danmark. Soleiðis fáa føroyingar bestu rættartrygdina,” heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. 

Umframt at vera løgmaður, varðar Bárður á Steig Nielsen eisini av lógarøkinum, herundir løgregluni.

Tað hevur leingi verið stórur tørvur á at fáa eina nýggja rættargangslóg setta í gildi fyri Føroyar, tí galdandi lóg ikki hevur verið dagførd regluliga seinastu mongu árini. Fleiri enn 200 lógarbroytingar eru gjørdar í donsku rættargangslógini, sum ikki eru settar í gildi fyri Føroyar.  

Landsstýrið hevur seinastu 10 árini fingið nógvar áheitanir um at dagføra reglurnar í rættargangslógini á ymiskum økjum, eitt nú um varðhald, avbyrging, rættarmekling, innlit, bólkasakarmál, hjásitar, nevningamál, fría rættargongd og saksgongd til Hægstarætt.

Nýggja rættargangslógin verður løgd fram í Løgtinginum í næstum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið…
Fíggjarmála­ráð­har­rin: - Samgonguskjalið…
Hanus forkunnuga vitjan
Uttanríkis­ráð­har­rin: Sendistovur verða l…
Stríð um javnstøðu í Fólka­flokkinum
Almennar móttøkur fyri nýggja landsstýri…
Atgongumerkjasølan er byrjað
Havborgin TN 343 (FD 301)
Stjørnan - 5 A SIDE. Hvar øll kunnu verð…
Nýtt virksemi í bygningi­num hjá Thomas D…
Upptakt: KÍ-B68
Tann góða filmsumsóknin
Borðtennis: Nýggj kvinna í FM-finaluni
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
86 milliónir til limakrónur og stuðul
Klakksvík skal eita Einvegis
Kamarsbrakið mikla
Klaksvíkar kommuna ynskir ikki Føroya Bj…
Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skap…
Føroya Banki hevur tilnevnt tveir varast…