Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Spenningur um ný-nýskipanina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.11.2019 - 17:36 Leiðarin Politikkur Vinna

Tað verður uttan iva ein lívlig løgtingsviðgerð hósdagin 7. november, tá nýggja lógin um sjófeingi skal hava fyrstu viðgerð. Andstøðan hevur longu presenterað arsenalið í fjølmiðlunum, har hon rópar lógina fyri “avhendan av fólksins ogn til nøkur fá í allar ævir” og er hart ímóti útlendska ognarlutinum. Samgongan hevur eisini tikið nakrar innanhýsis kampar og gjørt nakrar tillagingar.

At andstøðan er harðliga ímóti uppskotinum er ikki øðrvísi, enn man kundi væntað. Meira spennandi er, um samgongan stendur saman. Sambandsflokkurin hevur ikki verið líka heilhjartaður sum Fólkaflokkurin fyri at rulla aftur. Og Miðflokkurin var longu í tvíningum í undanfarna valskeiði. Tá ein samgonga bert telur 17, skal bert ein einstakur tingmaður bakka út, fyri at alt fer fyri skeytið.

Møguliga verður Sjálvstýrið ein buffari í so máta. Tingmaður floksins hevur ført fram, at hann vil nærkast samgonguni, og sjálvur segði hann seg vera hart ímóti stjórnini hjá Aksel V. Johannesen. Hinvegin atkvøddi hann fyri uppskotinum um sjófeingi tá, so tað er ikki greitt, hvar hann stendur. Møguliga krevur hann okkurt afturfyri at stuðla samgonguni, um tað kemur so vítt. Men at sjálvstýristingmaðurin hevur boðið seg fram sum jokara neutraliserar tað, at ein einstakur samgongutinglimur spælir fríspæl, men ikki, um meira enn ein ger, tí samgongan fer ongan stuðul at fáa frá andstøðuni, so mikið er vist.

Neyvan taka samgongutingfólkini hetta møguliga stríðið upp undir 1. viðgerð, men bíða heldur til nevndarviðgerðina. Men at andstøðan fer at rulla seg fult út, kann ongin ivi vera um. Hon hevur fyri neyðini at markera seg, og burtursæð frá 2. og 3. viðgerð av hesum sama máli fæst neyvan nakað betri høvi til tað í ár. Sjálvt ikki fíggjarlógarviðgerðin verður eins gott høvi, tí í hesum málinum fær andstøðan fokuserað uppá sítt hjartamál, meðan fíggjarlógarviðgerðin ikki hevur nakað greitt fokus.

Búskaparráðið tykist hava valt síðu í hesum málinum og hevur lagt seg upp at andstøðuni. Heilt óvanligt fyri ráðið hevur tað nevniliga skrivað eitt hoyringarsvar til hetta uppskotið, og teirra tilmæli minnir nógv um tað sama, sum undanfarna samgonga ynskti. Manningarfeløgini hava øvuta sjónarmiðið og beint í hesum døgum er hart kjak millum manningarfeløgini og búskaparráðið um júst lógina um sjófeingi.

Greitt er, at hetta málið fyllir nógv, og her í Norðoyggjum var onki mál, sum fylti nær námind eins nógv farna valskeið. Fleiri í fiskivinnuni drógu lættan, tá valúrslitið 31. august var greitt, men gamla lógin um sjófeingi er framvegis í gildi, og sum ein kendur norðoyingur segði, so er onki liðugt, fyrrenn alt er liðugt. Samgongan tykist hava stýr á sínum tingfólkum, men hetta er ein smøl samgonga, og byrjar onkur at spæla fríspæl, kunnu vit fáa sama gysara sum í desember 2017. Jóhan Dahl hevur ofta verið nevndur sum ein slíkur, tí hann var fiskimálaráðharri, tá uppboðssølan varð tikin í nýtslu og so seint sum apríl mánaða var hann úti við lesarabrævi, har hann ikki helt at Sambandsflokkurin eigur at fara aftur til eina gamla fiskivinnuskipan. 

Viðgerðin kann eisini verða merkt av, at rættarmálið hjá Enniberg kemur fyri nú í november. Neyvan flytur tað nakra politiska atkvøðu, men tað verður uttan iva tikið við í orðaskiftið, og tað er við at økja um spenningin.

Mest spennandi er, um tingviðgerðin flytur uppboðssølurættindini nakað. Røddir eru frammi um at sleppa endaligu uppboðssøluni og heldur bara luta verandi reiðaríum, sum høvdu rættindini fyrr, tey aftur. Menningarkvoturnar verða hinvegin ikki avgjørdar endaliga í hesi viðgerðini, men tær verða partur av meting hjá Fiskimálaráðnum um royndarkvotur, ið nústani fer í gongd, eftir at nýggja lógin er samtykt.

Og ivi er neyvan um, at hon verður samtykt, tí 1. januar er eitt skeringsdato í so máta. Stóri spurningurin er í hvørjum líki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólahugni í Jacqson
Kærleikskúlan 2019 – hjá Rannva Kunoy
Jørgen spælir jólamaður við rokning til…
Nógvur vindur í nátt og í morgin
Daniel Sundell gestavenjari
Føðingardagur.
Tunnils­dagin: Stór jóla­buffet á Hotel Kl…
Sp/­f Búrhella økt um lastbilaflotan
Mikkjal K. Thomassen hevur fingið bjóðað…
Jóla­trø­ini í Kalsoynni vórður tendrað í…
Jólahugni í Svínoy
Leygar­dagin skipar Stjørnan fyri tombola…
Fyndin er komin!
Havnar Arbeiðara­felag heitur á arbeiðsge…
Bátarnir í bólki 5B sleppa aftur til útr…
Hanus: Næraberg og Norðborg ikki sambæri…
SMJ ein fyritøka, ið hevur sæð møguleika…
Skoytubreytin letur upp leygar­dagin kl.…
KÍ sett 1.deildarvenjara
Heilsuhjálparar lokið prógv
Lýsing