Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hava skoparúm í KvF

SKRIVAÐ: John S. Myllhamar  |  08.11.2019 - 13:24 Lesarabrøv Mentan

Nógvar føroyskar bøkur, bæði av uppruna og týddar, komu út hvørt ár, serliga fram móti jólum. Ikki allar bøkurnar verða gjørdar kendar, kanska tí rithøvundin ikki er so framligur, ella hevur ikki ráð og møguleika til tess. Áhugin hjá miðlunum er heldur ikki fyri hesum høvundum og teirra bókum.

Fylgir tú eitt sindur við í KvF, so vera aftur og aftur teir somu sex ella sjey rithøvundarnir róptir inn í útvarps- og sjónvarpsstovurnar at ummæla tey mentanaravrik, sum teir í bókum og list hava latið úr hondum. Og er einki nýtt at viðgera, eru verturin og rithøvundin klárir at ummæla teirra gomlu bøkur umaftur.

Kanska er synd at viðmerkja hetta, tí ivaleyst er KvF teirra einasti uggi.

Einki rós, ja, so sjálvrós.

Løgið, tá ið tað árliga kemur so stórt tal av bókum út í Føroyum, at eingin av øllum hesum rithøvundum og listafólkum dugir sítt verk so frægt, at tað er vert at umtala. Ella skulu rithøvundar avgjørt vera sama slag sum teir sex? Onkur hevur tikið til: Hægsta mentan í KvF at dáma best tær bøkur, sum viðgera undirlívið á menniskjum, og bøkur við feitum illbønum og ráum útsøgnum. Skalt tú avgjørt liggja heilt úti á rætta politiska vonginum fyri at fáa ljóðtakið í KvF í hondina? Tey, sum liggur á miðjuni ella kanska eitt sindur til høgru, mátti eisini kunna fingið eitt lítið petti av rúmd har.

Týðiliga skínur ígjøgnum, at tað eru rithøvundar, sum starvast ella hava tætt tilknýti til KvF, sum í tímavís og tá ið teimum lystir, fáa ljóðtakið á stovninum í hondina at ummæla síni verk.

Journalistar á Føroya Hámentanarstovni áttu natúrliga verið breiðir, objektivir, og politiskt og átrúnaðarligt óheftir, og avgjørt ikki latið tað skinið ígjøgnum, hvat fyri rithøvundar og listafólk teimum hóvar, at hava hjá sær í KvFstovuni.

Kostnaðarmikið er at prenta bøkur, so tað er at vóna, at hesir selja nakað av sínum avrikum, sum teir hava fingið miklar upphæddir av virðislønum, heiðursgávum og almennum stuðli fyri at hava lagt úr hondum. Vónandi er ikki eisini neyðugt hjá hesum at tveita túsundtals bøkur á brennistøðina, soleiðis sum onkur sigur seg vera noyddan at gera,

 


Onkuntíð spyr tú teg sjálvan: Vera allir hinir rithøvundarnir í Føroyum og øll tey, sum lesa teirra bøkur, mett sum býtt og Ó í høvdinum, tí tey ikki eru sama slag sum teir sex?

 


John S. Myllhamar

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Veiðiloyv­ini verða bæði rullað aftur og…
FO Tatt Fest 2026 verður um eina viku!
Borgar­stjó­rin í Egersund fegnast