Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjur deildarleiðari á Norðoya Ellis- og Vistarheimi

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  08.11.2019 - 14:50 Tíðindaskriv

Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur sett Wanju Petersen í starv sum deildarleiðara á Norðoya Ellis- og Vistarheimi.

Wanja hevur starvast innan eldraøkið í nógv ár. Hon gjørdist sjúkrarøktarfrøðingur í 1984, og hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir í sjúkrarøkt. Umframt at vera sjúkrarøktarfrøðingur, so hevur Wanja eisini diplomútbúgving í leiðslu, og hevur hon leiðsluroyndir bæði í Føroyum og í Grønlandi, har hon eisini hevur arbeitt í fimm ár.

Í starvinum skal Wanja tryggja, at búfólkini á Norðoya Ellis- og Vistarheimi  fáa dygdargóða røkt og umsorgan í heimligum umhvørvi.

Harumframt verður Wanja ein týðandi partur av leiðslutoyminum hjá NBH, og kemur tískil at hava ein virknan leiklut í menningini av eldraøkinum í Norðoyggjum, til frama fyri bú- og starvsfólk.

Wanja tók við starvinum 4. november 2019.

Vit ynskja Wanju hjartaliga til lukku, og bjóða henni vælkomnari í starv hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini