Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ber ikki til, at luta út seinastu uppisjóðarrættindini

SKRIVAÐ: Óli M. Lassen  |  08.11.2019 - 15:50 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Er tíðin ikki komin, at hyggja eftir samlaðu fiskivinnuni ?

Nú “Uppisjóðarting” hevur verið í Løgtinginum, vil eg koma við nøkrum viðmerkingum.  Í 1993 vóru tað nakrir persónar í loystu gamla línuflotan frá bryggju og vóru við til, at fiska landið úr kreppu. Tøkkin er niðurskurð í døgum og absolutt einki veruligt politiskt fokus, at skaffa hesum feløgum rímiligar rakstrarmøguleikar.  Tann einfaldi spurningurin løgtingið eigur at seta sær, er hvussu tryggja vit, at allur okkara fiskifloti hevur nøktandi karmar at virka undir og harvið hóskandi lønsemið.

Tað ljóðar at tær menningarkvotur, ið verða tiknar innaftur og tey tons ið skuldu seljast á uppusølu á hvørjum ári, nú skulu bjóðast út til “nýggjar aktørar” at keypa sum langtíðarrættindi.  Er hetta ikki stokkutur hiti hjá landinum ?

Hvat hendir, tá fiskurin svíkur á grunnunum og feløg í reka trolarar og línuskip undir Føroyum,ikki fáa endarnar at hanga saman, ætlar landi at stuðla ?  ella skulu hesi feløg bara fara fyri bakka ?

Danski fiskimálaráðharrin var í DRTV spurdur hvat hann ætlaði at gera, nú kvoturnar í Eystursjónum vóru so nógv skerdar. Hann segði nakað soleiðis, sjálvandi fara vit at hjálpa.

Nú er gylta løtan, at vísa, at man vil føra ein samanhangandi fiskivinnupolitikk, har atlit eru tikin til hvussu heimaflotin, ið serliga fiskar tosk, hýsu og upsa, eisini kann fáa lønandi rakstur og tryggar karmar at virka undir. 

Neyðugt er, at nýta tað uppisjóðartilfeingi sum landi nú hevur at ráða yvir, til umbýtið við onnur lond, so heimaflotin kann fáa lønandi rakstur og kann endurnýggjast - vitandi um, at landið til einhvørja tíð hevur nakað av uppisjóðartilfeingið at lata øðrum tjóðum fyri botnfisk, soleiðis at heimaflotin fær tryggari og meir støðugar karmar at virka undir. Hvat er at gera, tá tit hava latið seinastu tonsini av uppisjóðarrættindum burtur ?

Sum støðan er í dag,  so hevur trolaraflotin á heimaleiðum, frá 2010 til 2019 fingið 800 milliónir krónur í makrelpengum. Veit ikki um hetta er nokk til at teirra rakstur er vorðin lønandi.

Vit kunnu staðfesta, at føroysk línuskip einans fiska millum 800 til 1.200 tons av botnfiski um árið, orsaka av manglandi rættindum, samstundis fiska norsk og íslendsk línuskip frá 2.000 til 4.000 tons um árið.

 Skulu vit framhaldandi kunna menna okkara botnfiskaveiðu eftir toski og hýsu við línu, er neyðugt, at hesi skip/feløg fáa munandi betur rættindi. Hvat er ætlanin ?

Hetta kann einans gerast við umbýtið við uppisjóðarrættindum til onnur lond fyri botnfiskarættindi í teirra sjóøkið, tí er mín staðiliga áheitan, at hetta verður framt í verki,  og ikki sum nú, ein tileinkisgerðan av teimum feløgum í hava roynt at virka í 25 ár undir Føroyum í sera truplum tíðum. Løgið er, at tráanin eftir, at fáa nýggjar aktørar er so stór, tá man ikki megnar, at hugsavna seg um, at fáa rímulig viðurskiftir til tey ið liva og virka í vinnuni í dag. Sum pápi mín vildi sagt, er tað eingin klokka í ringir.

Óli M. Lassen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú er nóg mikið við miseydnaðum byggiver…
Topp 3 Ársins Leiðarar 2026 eru nú kunng…
Dokkin á Skála tekur skap
Holocaust Minningarhald
Kvøldarlesing - eitt væleydnað kvøld
10'arin funnin?
Løgtings­røðarapallu­rin dagførdur
Ph.d.-skúli er nú settur á stovn á Fróðs…
Hagafundur fyri Uppsalahaga
Bókacafe við Vónbjørt Vang
Hvørjum bíðar samgongan eftir?
KÍ stjørnuskotið 18 ár
Blaðið fyllist
Ongum nýtist at fara til Singapore við J…
Almennir fundir
Mest hýsa at fáa
Veðurlags­lógin er reinur signal­politikku…
Fundur 29. januar fyri komandi 1. floks…
Láturligt uppskot um leigustuðul
Búnaðarstevnan: Landbúnaðu­rin á einum ve…