Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsmyndugleikarnir spyrja enn einaferð alivinnuna um almenningurin skal hava innlit

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  12.11.2019 - 14:14 Tíðindi Vinna

Tað var nokk í 2015 at Norðlýsið royndi at fáa at vita hvussu nógv og hvat slag av evnafrøðisligum evnum alifeløg høvdu latið út á føroysku firðirnar við góðkenning frá føroysku heilsumyndugleikunum.

Fyrst noktaði táverandi landsapotekari at útlevera nakað sum helst, og eftir fylgjandi noktaði Heilsumálaráðið, aftaná at hava hoyrt vinnuna, at játta innlit vísandi til at hetta kundi kosta alivinnuni pengar. Norðlýsið kærdi til løgtingsins umboðsmann og eftir at Norðlýsið hevið vísti á at í Norra vóru hesir upplýsingar almennir, heitti Løgtingssins Umboðsmaður á heilsumálaráðið, at taka hesa umsókn upp til nýggja viðger í ljósinum av at hesir upplýsingar vóru almennir í Norra.


Eisini bað LUM um at ráðið gjørdi eina sjálvstøðuga niðurstøðu og ikki einans vísti til grundgevingar, sum vinnan kom við.
 
Heilsumálaráðið noktaði at gera eftir boðum frá Løgtingsins Umboðsmanni.
 
Norðlýsið kærdi síðani til Landsstýriskvinnuna í Heilsumálum men einki svar.
 
Síðani gjørdu vit eina roynd hjá Landsstýrismálanevndini, men teir søgdu seg ikki hava nakra heimild at viðgera málið.
 
Landsapotekarin gjørdi samstundis greitt at hann undir “ongum umstøðum” metti seg hava heimild til at útlevera “trúnaðar” upplýsingar.
 
Síðani boðaði LUM Norðlýsinum frá at hon gav skarvin ivir.
 
Men so lýsti táverandi vinnumálaráðharri, Poul Michelsen eina kunngerð sum álegði Heilsufrøðiligu Starvstovuni, sum fekk upplýsingar frá Apoteksverkinum um, at kunngera nevndu upplýsingar á heimasíðuni.

Tá vit síðani vendu okkum aftur til Heilsufrøðiligu Starvstovuna, søgdu tey at arbeitt varð við nýggjari heimasíðu, men at tey tulkaðu kunngerðina soleiðis at vit bert kundu fáa upplýsingar frá tí degnum kunngerðin var lýst - altso aftur til summari 2017. (Red: Størstu mongdirnar av heilivági vóru koyrdar á sjógv á føroysku firðinum fram til og við 2013)
 
Men nú næstan tvey ár seinri er einki hent.
 
Vit hava fleiri ferðir ringt til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um nær upplýsingarnir komu út men sambært teimum arbeiða tey við málinum.
 
Tann 24 oktober í ár bóðu um innlit í upplýsingarnar og spurdu nær teir fóru at verða almennir.

"Om igen...." 
Í svarinum skrivar ein løgfrøðingur á Heilsufrøðiliga Starvsstovuni til Norðlýsið, at tey nú aftur hava vent sær til vinnuna at spyrja um tey kunnu útlevera upplýsingarnar til almenningin:
 
Vísandi til t - post frá 24.10.19, har spurt verður: "Hvussu gongur við at fáa hagtølini við heilivági, sum brúkt verða í alivinnuni út á heimasíðuna, tilskilað alibrúk nøgd, slag av heilivági v.m......?" og harumframt t - postur frá 19.09.18 (okkara skjalanr. 18/00134-7) og innlitisumbøn frá 23.01.18 (okkara skjalanr. 18/00134-1).
 
Tíverri kunnu hagtøl fyri heilivágsnýtslu framvegis ikki síggjast á heimasíðu okkara sbrt § 28, stk. 1, nr. 6 í rakstarkunngerðini.
 
Tó ber nú til hjá alifyritøkunum at geva boð um nýtta heilivágsnýtslu umvegis aliskipanina. Tá upplýsingarnar í sjálvari aliskipanini ikki er almennar, skulu hesar upplýsingar viðgerðast, áðrenn møguligt innlit kann gevast í hesar sbrt. § 12, stk. 1, nr. 2 í innlitislógini. Í hesum sambandi er fyrispurningur sendur viðkomandi alifyritøku.
 
Leggjast skal afturat, at teldufyritøka er biðin um at gera tað soleiðis, at tøl ið koma inn í aliskipanina eisini skulu koma út á heimasíðuna hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuna sbrt. ásetingunum í § 28, stk. 1 í  rakstrarkungnerðini.
 
Tú frættir aftur tá viðgerðin er liðug og skjótast til ber.
 
Vinarliga
 
Bergljott Ø. Midjord
løgfrøðingur
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum