Lýsing
Lýsing
Lýsing

UNPLANNED – filmskvøld í Betesda fríggjakvøldið kl. 20

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  15.11.2019 - 14:08 Mentan Tíðindaskriv

Fríggjakvøldið kl. 20 verður nógv umrøddi filmurin “Unplanned” sýndur í Betesda í Klaksvík. Filmurin, sum byggir á veruligar hendingar, viðger spurningin um fosturtøku út frá lívinum hjá Abby Johnson, sum í átta ár arbeiddi sum leiðari fyri eina fosturtøkuklinikk, til hon brádliga upplivir nakað, sum ger, at hon tekur eina heilt nýggja støðu.

Filmurin UNPLANNED varð frumsýndur í USA í mars mánað í ár og hevur fingið sera nógva umrøðu, bæði í USA og øðrum londum. Evnið í hesum filmi er fosturtøka, har høvuðspersónurin í filminum fer frá at arbeiða á eini fosturtøkuklinikk til at gerast mótstøðufólk ímóti fosturtøku.

Helst er hetta umstrídda evnið orsøkin til, at fleiri biografar hava noktað fyri at vísa filmin, og aðrir biografar eru vorðnir boykottaðir fyri at vísa hann. Havnar Bio hevur tó víst filmin, og fríggjakvøldið klokkan átta (kl. 20:00) verður høvi at síggja UNPLANNED í Betesda í Klaksvík

Trúboðin skrivar um filmin, at UNPLANNED er sanna søgan um Abby Johnson, sum í fleiri ár arbeiddi fyri Planned Parenthood, millum annað átta ár sum leiðari fyri eina fosturtøkuklinikk. Hennara motiv var at hjálpa kvinnum, og hon var sannførd um “fría valið” hjá kvinnuni.

Men ein dagin varð hon noydd at hjálpa til við eina fosturtøku, har hon fylgdi ófødda barninum á skannaranum, meðan fosturtøkan fór fram. Og tað, hon sá, broytti alt.

Hetta er ein sterkur filmur, og hyggjarin situr á fyrstu parkett til teir innaru bardagar, sum Abby fer ígjøgnum, bæði áðrenn hesa avgerandi hending og aftaná.

Chuck Konzelman og Cary Solomon hava leikstjórnað, og høvuðsleiklutirnar spæla Ashley Bratcher, Brooks Ryan og Robia Scott.

Filmurin hevur 15 ára aldursmark, og fríggjakvøldið verður hann vístur við enskum teksti.

Sýningin byrjar stutt eftir klokkan 20:00, so tað ræður um at møta stundisliga fríggjakvøldið í Betesda, har øll, sum eru 15 ár og eldri, eru hjartaliga vælkomin

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld