Lýsing
Lýsing
Lýsing

Undrast á gamlan kips-pakka

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  16.11.2019 - 15:01 Myndarøð Tíðindaskriv Tíðindi

Í farnu viku høvdu næmingarnir í 1. – 7. flokki á Skúlatrøð í Klaksvík undranardagar. Skúlin leggur dent á at fáa næmingarnar at undrast og spyrja, fyri síðani at søkja sær svar uppá undranina og spurningarnar. Evnið hesaferð var: Havið, náttúran og plast.

Ein partur av hesum døgunum var finna rusk, sum síðani skuldi nýtast til at gera ein stóran hval. Í hesum sambandi funnu næmingarnir ein kips-pakka, har innihaldið helt sær til 23. juli 1993. Men hóast fleiri enn 26 ár er gingin síðani kipsið ikki helt sær meira, er pakkin nærum óbroyttur. Hetta undraðust næmingarnir á.

Eftir hesar dagarnar fingu næmingarnir eina ítøkiliga fatan av, hvussu leingi sumt burturkast dálkar náttúruna. Eisini høvdu tey nógv hugskot til, hvussu vit hvør í sínum lagi kunnu avmarka dálkingina. Dagarnir eydnaðust sera væl, verður sagt á Skúlatrøð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará