Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minningarorð um Snæbjørn Hansen

SKRIVAÐ: Regin Jacobsen  |  20.11.2019 - 20:19 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Tað kom sera dátt við, tá eg mánamorgunin 11. november - staddur uttanlands - fekk boðini, at Snæbjørn Hansen var farin, einans 58 ára gamal.

Snæbjørn hevur samanlagt starvast nærum 23 ár í alivinnuni. Hann byrjaði sum alari hjá Vestlax 3. januar 1997 og helt fram í 15 ár sum alari og formaður í alingini. Bakkafrost keypti seg inn í Vestlax í 2008, sostatt hava vit starvast saman í meira enn 10 ár.

 

Frá fyrsta degi legði man merki til henda álitisman. Við sínum dámliga og fryntliga verumáta var altíð hugaligt at starvast saman við honum. Hann gekk sera høgt upp í sítt arbeiði, var við til at skapa góð úrslit og loysnir.

 

Í 2012 fór hann at føra Vesthav, til hann í 2015 fór við Hans á Bakka sum skipari, og var hann í hesum starvi, til hann vegna sjúku mátti fara í land at søkja sær heilsubót. Bæði hann og vit høvdu eina sterka vón og trúgv um, at hann skjótt fór at koma umborð aftur, tá heilsan bleiv betur. Soleiðis bleiv tíverri ikki.

 

Snæbjørn var við at byggja nýggja tænastuskip okkara Hans á Bakka. Hann var saman við Anfinni Dam, maskinstjóra, drúgva tíð á skipasmiðjuni í Yalova sunnanfyri Istanbul í Turkalandi, har skipið varð bygt, og var har við til at taka avgerðir um byggingina.

 

Capt. Hansen, sum hann varð nevndur í Turkalandi, hevði stóra virðing av øllum, sum hann kom í samband við. Á ferðini heim til Føroya úr Turkalandi í juli 2015 sigldu vit saman gjøgnum Miðalhavið. Hetta var ein sera minniligur túrur. Við sínum altíð jaliga hugburði var sera lætt at starvast saman við honum.

 

Tá vit royndu nýggja tøkni við Hans á Bakka - brutu burtur úr nýggjum - var hann góður álitismaður at hava á brúnni, tá ikki altíð gekk eftir vild. Hann fall ikki í fátt, hann hugsaði seg væl um, áðrenn hann kom við síni áskoðan. Ofta kom hann stillisliga við uppskotum til broytingar, sum vóru roynd og vístu seg at gerast loysnir á avbjóðingum. Drúgvu royndirnar, góðu evnini og lætta lyndið gjørdu, at hann hevur verið við at føra Bakkafrost og føroyska alivinnu langt fram á leið.

 

Snæbjørn er sera nógv saknaður av okkum øllum. Manningini á Hans á Bakka, starvsfelagum á øllum alibrúkunum, sum Snæbjørn regluliga kom til, og starvsfelagum á Bakkafrost sum heild. Men mest av øllum er saknurin hjá tykkum Magnhild og tykkara trimum døtrum, sum eftir sita.  Tit hava mist ein góðan mann og pápa alt ov tíðliga - tað er óskiljandi, hví hann skuldi verða tikin burtur so tíðliga. Má Guð styrkja tykkum og okkum øll í sorgini og sakninum.

 

Friður verið við minnið yvir Snæbjørn Hansen.

 

Virðingarmest,

Regin Jacobsen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torra-Konsertin í Varpinum
Harra Løgmaður + 32
Sjálvstýri vil venda skeivu skatta­byrðun…
Veðrið í vikuni
Norðoya Bátafelag hevur aðalfund
Løgmaður svíkir verkafólk
Gentur 14 hjá Stjørnuni steypavinnarar
Áheitan á Løgtingið frá Tvøroyrar býráð
Matvørudepil á veg
Sambands­flokku­rin stuðlar pensjónistunum
Møti í KFUM & K
Fær Aksel talt upp í 17 mánamorgunin?
Torra-Konsert í Varpinum
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og n…
Mjølnir í FM-finalunum eftir 3-1 sigur á…
Torraskráin sunnudagin
Torramyndir frá leygar­degnum
Dreingir 12 hjá Team Klaksvík steypavinn…
Gentur 10 hjá Stjørnuni steypavinnarar
B36 og Dávid B. Andreasen smurdu KÍ av