Lýsing
Lýsing
Lýsing

Brotin vallyfti, bringuprýðið hjá Jenisi og Skype-løgmaðurin

SKRIVAÐ: Jóan Pauli Dahl Jakobsen  |  20.11.2019 - 20:54 Lesarabrøv Politikkur

Teir hava havt úr at gera, formennirnir í samgonguflokkunum, síðani nýggja samgongan tók við í fyri góðum tveimum mánaðum síðani. Løgmaður hevur eftir øllum at døma havt so nógv um oyrini, at hann ikki hevur havt stundir at svara, tá miðlar, partafólk ella løgtingsfólk hava sett spurningar. Ein dagin er hann uttanlanda, hin dagin á floti, og triðja dagin er tað kanska bara ov langt úr Vestmanna til Havnar at gera viðmerkingar.

Soleiðis hava vit fingið ein Skype-løgmann, eitt ýlandi modernað hologram at stýra landinum.

Jørgen Niclasen hevur hinvegin, sum lovað, gjørt alt í skundi og nærmast sprænt lógaruppskot og nýskipanir niðan í Tingið. Í royndini at halda øll síni astronomisku vallyfti endaði hann við at bróta øll, soleiðis at onkur fær okkurt, nakrir fáir fáa alt. Men at øgiliga nógv ikki fáa tað, sum teimum varð lovað undan valinum.

Sum meginregla er tað ein kvalitetur at arbeiða skjótt. Men onkuntíð er eisini gott at hugsa seg um.

Og so er tað Jenis av Rana, landsstýrismaður í málum, sum samgongan einki leggur í. Hann hevur eftir øllum at døma longst so illa eftir at sleppa at verða landsstýrismaður, at hann nú brúkar sessin sum brotjarn fyri øll síni persónligu ynski, sum lopfjøl fyri sítt andaliga ego. Hann slapp ikki at taka rættindini frá teimum samkyndu, so nú vil hann hava sína sendistovu í Jerusalem.

Orsøkin? Ísrael er eitt gott land, tað er Guðs fólk, og “føroyingar elska Ísrael.” Minnist meg ikki hava sæð nakra spurnarkanning um affektiónina hjá føroyingum mótvegis Ísrael, ei heldur at hava lært, at affektión er eitt gott stýrisamboð fyri uttanríkispolitiskar avgerðir.

Skuldi tað tó eydnast Jenisi at fáa sendistovuna, fer heimurin helst at minnast aftur á hann sum tann týdningarmesta týdningarleysa minastaran í heimssøguni. Eitt innanholað bringuprýði hjá eini samgongu, sum enn ikki veit, hvat hon vil. Men eitt bringuprýði hóast alt.

Omaná tað heila hoyrist nú, at Fólkaflokkurin so gjarna vil, at virðing aftur kemur fyri nýtsluni av almennum pengum. So er spurningurin, um ein almennur frítíðarbústaður í heilaga landinum kemur undir virðiliga nýtslu av almennum pengum.

Er tað stýriskipanarliga endamálið, at ein landsstýrismaður brúkar sín sess sum lopfjøl fyri sítt andaliga ego? Skal hansara landsstýrismannagerningur ikki vera meira umboðandi enn so?

Er tað virðilig nýtsla av almennum pengum at fremja persónligu áhugamálini hjá einum landsstýrismanni?

Kann onkur vita, um Løgmaður er online á Skype?

 

Jóan Pauli Dahl Jakobsen

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG