Lýsing
Lýsing
Lýsing

FK-kapping í vikuskiftinum

SKRIVAÐ: Fleyr  |  22.11.2019 - 09:36 Ítrottur Tíðindaskriv

Fleyr skipar í vikuskiftinum fyri árligu FK-kappingini har lið úr øllum Føroyum kappast í eitt heilt vikuskifti. Fyrsti bóltur verður servaður fríggjakvøldið kl 18:30 og sunnukvøldið, á leið 48 tímar og 232 dystir seinni hevur dómarin  floytað fyri seinastu ferð. Fk-kappingin varð hildin á fyrsta sinni fyri skjótt 30 árum síðani og telist millum stóru afturvendandi ítróttartiløkini í Havn.

Seinnu árini hava flogbørn av álvara funnið flogið, og flogbóltskappingarnar eru blivnar fleiri og størri. FK-kappingin er øðrvísi, tí hon fevnir um allar aldursbólkar, líka frá teimum yngstu í level 0 til meistaradeild. Av praktiskum ávum verður FK-kappingin hildin í tveimum vikuskiftum, og hetta vikuskiftið eru tað kappingarnar fyri yngru liðunum sum eru á skránni.

Ikki færri enn 135 lið fara at dystast, og fyrireikararnir fegnast um, at eisini nýggj feløg royna seg. Eitt nú eru strandingar við fyri fyrstu ferð. Hetta er eitt beinleiðis úrslit av flogbóltsundirvísing í skúlunum og kappingunum kring landið.

Vegna nógv landsliðsvirksemi í oktober, liggur kappingin nakað seinni enn undanfarin ár. KF-kapping telur ikki við í landskappingini, men hon er áhugaverd tí hon samlar allar leikarar, og tí at spælt verður um onkur finalupláss í steypakappingini.

Kappingin verður hildin í stórhøllin á Hálsi og Gundadalshøllin. Góðu fysisku karmarnir lætta nógv um hjá fyrireikararum og venjarum, at ikki skal reikast millum hallir ymsa staðni í býnum, sum vanligt var, áðrenn høllin á hálsi bleiv útbygd. FK stuðlar kappingini.     

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG