Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skálin fingið umfatandi ábøtur

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  01.12.2019 - 17:17 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað var eitt megnar tak, Klaksvikar Dansifelag tók, tá felagið mitt í 80´unum setti sær fyri at byggja  felagshølir.

Felagið hevðið tørv á hølum til egið virksemi, men dugdi eisini at síggja, at stórur tørvur var á hølum í býnum, sum kundu hýsa stórum veitslum og tiltøkum, og í 1988 vórðu snotuligu húsini tikin í brúk. Skálin hevur verður eitt stórt aktiv fyri býin øll hesi gott 40 árini, hann hevur verið í brúki.

Sigast má, at húsið hevur verið sera væl hildið, men stóra virksemið øll hesi árini hevur gjørt, at neyðugt hevur verið við ábótum. Í hesum árinum eru umfatandi ábøtur gjørdar, gólvið í stóra salinum skift, og onnur gólv eru pussaði og lakkeraði.

Eisini køkurin hevur fingið ein umgang. Nýggjur ovnur, hitaskáp v.m. er sett upp, sum kann gera mat til 300 fólk. Kokkarnir, sum hava brúkt nýggju útgerðina í køkinum, lata sera væl at.

Øll borð og stólar eru nýggj, og sum nakað nýtt, er Skálin nú eisini útgjørdur við rundum borðum, og hevur tað verið sera væl móttikið.

Heini Mohr formaður í Klaksvíkar Dansifelag sigur, at uttan dyggan stuðul frá Klaksvíkar Kommunu og nøkrum fyritøkum í býnum, hevði tað ikki latið seg gjørt at fremja tær ábøtur, sum gjørdar eru.

 Víðari sigur Heini, at tað kann kallast ein ”pakkaloysn” at leiga Skálan til veitslur og tiltøk. Húsið er útgjørt við stórt sæð allari útgerð tørvur er á.

Norðlýsið hevur verið inn á gólvið í Skálanum tikið nakrar myndir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda