Lýsing
Lýsing
Vakurt úti í Grøv | Mynd: Oliver Joensen

Høgtíðin yvir teimum øllum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.12.2019 - 10:47 Leiðarin Mentan

Vit eru komin inn í jólamánaðan við øllum tí, tað inniber. Stress, kulda, hálku, gávuresi, ovurnýtslu – og gleði, hugna, góðum mati, gávum og samveru. Tað er, sum um hvørt ár gerast jólini longri, og aktivt verður roynt at avmarka tað, men illa gongst. Jólini eru ein høgtíð í vøkstri, og tað er onki at taka seg aftur í, at tey eru størri enn nøkur onnur hátíð. Eisini í Klaksvík.

Tey eldru í dag minnast, at jólaaftan var púra vanligur gerandisdagur, og at børn ikki sluppu at síggja jólatræið fyrrenn eftir kirkjugongdina jólaaftanskvøld. Men so líðandi er jólaaftan allur vorðin ein av jóladøgunum, síðani kom tollaksmessudagur uppí, so kom Luciadagur 12. desember, og brádliga var øll adventin tikin uppí jólahøgtíðina.

Útvarpið hevði leingi eina siðvenju, ið segði, at ongin jólatónleikur varð spældur áðrenn 1. desember. Men í ár brutu tey við ta siðvenjuna, og nú eitur tað seg, at jólatónleikur kann spælast frá 24. november, t.v.s. frá 1 mánað áðrenn jólaftan. Soleiðis verða jólini strekt meira og meira aftureftir. Hinvegin eru tey sanniliga eisini stytt í hinum endanum. Tað gamla var at halda jól frá 24./25. desember til 6. januar, men nú eru bara leivdir av tí siðvenjuni eftir, hóast trøini gamaní framvegis plaga at standa fram til og við trettanda, onkrastaðni enntá tjúgunda.

Klaksvík stendur ikki aftanfyri nakran, heldur ikki tá tað kemur til jólafagnaðin. Dagin eftir Black Friday, 30. november, varð stóra jólatræið í miðbýnum tendrað. Og við stóra tiltakinum Norðurjól varð tann nýggi miðbýurin, sum vit hava bíðað eftir og saknað í fleiri ættarlið, loksins vígdur. Spennandi verður, hvussu hann fer at hildnast, men higartil sær bara heilt gott út.

Tað eru í ár 17 ár síðani, at Vágatunnilin læt upp fyri almennari ferðslu, og gongst sum tað plagar, verður ein stórur partur av jólainnkeypinum fluttur ígjøgnum undirsjóvartunlarnar. Fólk koma til Klaksvíkar at keypa gávur og annað, eins og klaksvíkingar eisini leita sær vesturum í somu ørindum. Tunlarnir hava sjóðað føroyingar nógv betur saman, má sigast. Og tekin eru í sól og mánað um, at kanska verður tað ikki so leingi afturat, so verða tunnilsgjøldini avtikin. Tá gerst hvør dagur tunnilsdagur.

Onkur vil vera við, at jólini eru vorðin ov kommersiell, ov materialistisk. Tað kann væl vera. Men hetta er onki nýtt. Fleiri fyritøkur eru farnar at lata stórar jólabonusar í desember, og tað er onki at siga til, at tann peningurin verður brúktur. Somuleiðis er tann stóra gávugevingin so inngrógvin, at hon verður ómøgulig at fáa bilbugt við. Tað er heldur ikki so greitt at síggja, hví tað skal gerast. Eru bæði gevari og móttakari glaðir, so er ongin orsøk hjá triðja parti at leggja teimum fótonglar í vegin.

Jólini handla um at geva, og gevur onkur, fær onkur annar. Er tað so, at móttakarin er ónøgdur við tað, hann fær, so er tað greitt tekin um, at hann hevur fingið ov nógv. Tí ein gáva, sum er latin fyri onki, eigur ongantíð at kunna elva til ónøgd. Tí eiga vit í øllum lutum at vísa takksemi fyri tað, vit fáa, og at halda tað fyri okkum sjálvi, um vit heldur vildu havt okkurt annað.

Latum okkum taka væl ímóti desembur mánaði við øllum tí, hann hevur at bjóða av nýggjum og góðum gomlum. Vit halda góðar gamlar traditiónir í hevd og taka nýggjar til okkum í einum positivum anda. Heldur enn at ilskast um Thanksgiving og Black Friday, latum okkum fegnast um tunnilsdagin og Norðurjól. Tí við at fokusera uppá tað positiva, fáa vit bæði ein góðan desember og innan leingi eisini eini góð jól.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin