Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Víkingur hevur skift nakað út

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  04.12.2019 - 18:28 Ítrottur Tíðindi

(Úr Norðlýsinum í dag) Í Víkingi hevur verið nakað av útskifting síðani kappingarlok.

Nýggi venjarin, Eyðun Klakstein, hevur veruliga sett síni fingramerkir á ''keypini''. Tí allir fýra leikararnir sum ru komnir inn, hava vant undir Eyðuni Klakstein áður í øðrum feløgum. Tveir av mest eyðsýndu leikarunum hjá Skála eru komnir og fyri fyrstu ferð í vaksnamannafótbólti koma við at síggja Lukasz Cieslewicz í øðrum felagi enn B36. Spennandi verður at síggja, um 32 ára gamli miðvallaleikarin kann vísa sítt besta í Víkingi eftir eitt ár, har hann ikki spældi heilt upp til sítt besta. Enn er tað ikki endaligt, men tað verður væntað, at avloysarin hjá Adeshina Lawal verður Finnur Justinussen, sum hevur sagt, at hann møguliga verður aftur at síggja í Føroyum í 2020. Ógreitt er, um Bogi Reinert-Petersen heldur fram í felagnum. Kemur Finnur Justinussen til Víking, so er hópurin neyvan langt frá at vera endaligur. Eyðun Klakstein, venjari, sigur í stuttari viðmerking við Norðlýsið, at Víkingur skal hava ein álopsleikara inn afturat og so er óvist, um nakar leikari afturat kemur.

Tilgongd:

Jákup Johansen

Ari Olsen

Lukasz Cieslewicz

Sonni Højgaard


Frágongd:

Hanus Jacobsen

Heðin Hansen

Adeshina Lawal

Filip Djordjevic

Bárður á Reynatrøð

Dion B. Splidt

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Lýsing