Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hanus Hansen, stjóri í JFK | Mynd: Oliver Joensen

Hanus: Næraberg og Norðborg ikki sambærilig

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.12.2019 - 10:36 Leiðarin Vinna

Sambært reiðaranum Hanusi Hansen gevur tað ikki meining at samanbera søluprísin av veiðuni hjá Nærabergi og Norðborg beinleiðis, tí talan er um ymiska framleiðslu. Tað er har, at orsøkin til munin er at finna, og hon hevur ikki nakað at gera við útlendska ognarlutin.

Kringvarpið hevði sett Hanusi Hansen stevnu í Degi og Viku hóskvøldið, har hann slapp til orðanna eftir at KvF hevði tosað við Pól Huus Sólstein og Annfinn Garðalíð mána- og týskvøldið. Søgan fekk bein at ganga á eftir fiskivinnufundin hjá Manningarfeløgunum í Havn í farnu viku, og endaði við greinini í Norðlýsinum sunnudagin “Fiskivinnan í eini moralskari kreppu”. 

Hanus Hansen hevur verið uttanlands, men nú fekk hann so høvi at svara uppá sjónarmiðini, ið vórðu førd fram.

Har Pól Huus Sólstein vil vera við, at talan er um somu vøru, og tí eigur prísurin eisini at vera tann sami, er Hanus Hansen ósamdur. Hanus sigur, at fiskurin má rundfrystast, og at Næraberg ongan annan møguleika hevur. Á Norðborg er møguleiki fyri at skráskera fiskin, skera hann til flak, og at gera mjøl og olju, og kemur tí inn við eini aðrari vøru. Hanus vísti til uppgerð hjá báðum skipunum, har Norðborg hevði 1.300 tons og Næraberg 3.100-3.200 tons av rundfrystum fiski, og fyri tað lá prísurin hjá Norðborg bert eitt vet omanfyri, og um mjølið verður drigið frá, er Norðborg kanska enntá lægri í prísi.

Hanus Hansen vísti eisini til Gadus, sum sambært Hanusi sjálvum er tann trolarin í Norðuratlantshavi, ið fær mest fyri toskaflak.

Síðani kom kjakið inn á útlendsku eigararnar í fyritøkunum hjá Hanusi Hansen. Talan er um hollendsku fyritøkuna Parlvliet & Van der Plas, sum tóku yvir í Føroyum, eftir at Kjell Inge Røkke trekti seg fyri umleið 10 árini. Sambært Hanusi var tað einasta virksemið í Føroyum, sum gav nakað nevnivert av yvirskoti, virkið Faroe Pelagic í Kollafirði. Skipini geva ikki nakað avkast, kanska 4-5 milliónir gjøgnum árini. Men samanlagt gav virkið nógv fyrstu árini, okkurt árið 60 milliónir, men nú er so nógv kapping, at minni enn í part. Virkið í Kollafirði gevur tó framvegis avkast til Parlvliet & Van der Plas.

Í gjár fekk Hanus Hansen so stuðul frá Vørn. Deildarleiðarin á Vørn, Jóhann Simonsen, váttar, at har er munur á fiskinum hjá Norðborg og Næraberg. Har man á Nærabergi “bert” koyrir fiskin í eskjur og frystir, hevur Norðborg munandi fleiri møguleikar at tilvirka hann. Deildarleiðarin nevnir avhøvding og flakaskering sum dømi. Tað er ikki nóg gott grundarlag bara at brúka tølini fyri vekt av fiskinum til siga, at talan er um somu vøru, sigur deildarleiðarin á Vørn.

Í næstum skal fiskimálaráðharrin, Jacob Vestergaard, svara onkrum fyrispurningum um eitt nú eftirlit við útlendska ognarlutinum í vinnuni. Higartil hevur fiskimálaráðharrin sagt seg hava álit á fyritøkunum, sum hava útlendskan ognarlut inni, og ikki hava orsøk til at halda, at alt ikki gongur rætt fyri seg í føroysku fiskivinnuni. Hetta varð sagt í sambandi við gøluna kring íslendska Samherja, ið eigur í føroyska Framherja.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…
Jonna 1:17.21 og bronsu á DM í 5 km Open…
Sjálvt grindina lata vit fara
Brandur hevði 6.000 pund
Føroyar fingu hvøkk, men vunnu 3-1 á Geo…
Viðmerk­ingar til hvønn kapittul í Gamla…
U21-sensatión: Føroyar triðbest í heimin…
Búgv í hugnaligu tjaldbygdini
KÍ - FC Suðuroy 4-0
Fíggingin komin í hús
Maður fyri borð: Væntað at maðurin er de…
Leitingin heldur fram
Árni var skarpari enn hinir
Deep Energy á Skálafjørðinum
Bronsudystur á Skúlatrøð!