Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fleiri áarlop hesa vikuna

SKRIVAÐ: Landsverk  |  11.12.2019 - 19:10 Myndarøð Tíðindaskriv

Harða frostið og síðani blotið í jørðini við nógvum regni seinastu dagarnar hevur, sum so oftani áður, elvt til, at tilfar er loysnað og rullað oman á vegateinar ymsastaðni í landinum.

Náttina til týsdagin og í gjár vóru nógv áarlop kring landið. Millum annað á Vestmannavegnum, Oyndarfjarðarvegnum, Kaldbaksvegnum, Múlavegnum, á gamla Viðareiðisvegnum og eisini á Syðradalsvegnum vóru áarlop.

Orsakað av hesum var ferðslan nakað tarnað á ymsum vegateinum, eitt nú á Vestmannavegnum, har tveir trailarar og nakrir persónbilar máttu bíða, til vegurin var ruddaður. Í Kollfjaðrardali høvdu útlendsk ferðafólk rent seg fastan í eitt áarlop og høvdu trupult við at boða frá, tí tey vistu ikki, hvar á landsvegnum tey vóru stødd, men alt spældi kortini væl av.

Fleiri av áarlopunum hendu um náttina, og fólk frá Landsverki vóru síðan boðsend at rudda tilfarið burtur av vegunum aftur beinanvegin og reinsa veitir og annað, so vatnið aftur kundi renna frítt undir landsvegunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…