Lýsing
Lýsing
Lýsing
Boris Johnson verður mest sannlíkt endurvaldur sum forsætismálaráðharri í Bretlandi í dag. Meirilutin hjá Johnson fellur úr 68 niður í 28, nú tingsessirnir hjá hansara egna flokki fara úr 359 niður í 339 | Mynd: Getty Images

Lagnuval í Bretlandi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.12.2019 - 10:07 Politikkur Tíðindi

Í dag upprann so loksins dagurin, har bretar enn eina ferð skulu á val. Valið er ikki um Brexit burturav, men øll eru kortini á einum máli um, at tað fer at snúgva seg um tað. Og har ivamálið var stórt eftir sjálva atkvøðugreiðsluna í 2016, er tað so gott sum víst, at konservativi flokkurin hjá Boris Johnson fer at vinna valið.

Bretar vilja hava tað avgreitt. Spyr man fólk við skili fyri fólksligu opiniónini, er tað svarið greitt. Fólk eru sera troytt av at hava búð í europeiskum ongamannalandi í yvir trý ár, og nú vilja tey seta punktum og kunna byrja av nýggjum. Røddirnar, sum vildu hava nýggja atkvøðugreiðslu, eru tagnaðar nógv av tí sama. Og valtaktist hava kappingarneytarnir gjørt tað so, at konservativu allarhelst fara at vinna.

Teir lata nevniliga vera við at stilla upp í teimum valdømunum, har konservativu so at siga eru tryggjaðir, og stilla bert upp ímóti Labour-kandidatunum. Harvið hjálpa teir konservativu til ein sigur, sum sostatt eftir øllum at døma er tryggur.

Brexit fer at hava sera nógv at siga fyri Føroyar. Nú fáa vit enn eitt strandaland at samráðast við, og tað eru bæði fyrimunir og vansar við tí. Føroyar hava eisini fyrireikað seg uppá Brexit leingi, so vit skuldu verið væl fyri í so máta. Tað hevur loyst seg at vera frammi í skónum. Uttan iva verða onkrir vansar eisini, men tað góða fyrireikingararbeiðið ger, at vit eru væl skødd at takla teir.

Hvussu er og ikki, so bendir alt á, at Bretland nú endaliga tekur seg úr ES eftir tógvið stríð. Og bera vit rætt at, verður tað ikki so galið fyri Føroyar heldur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
‘’Suffer in Silence’’ er nýtt staklag ef…
Munandi betrað landafrøði­lig umboðan
Óvissan um tjóðarsemjuna opnar fyri Nýgg…
Samgonguskjalið undirskrivað
Johan Dahl verður løgtingsfor­maður
Hesi verða lands­stýris­fólk
Mars – lýggjur og vátur
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…
Bókaframløga: Øll lúgva fyri leiðara­num…
Birita í Filmsfelagnum
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál