Lýsing
Lýsing
Lýsing
Irdi Jacobsen avmyndað á valfundinum á Fossanesi 25. august undan løgtingsvalinum | Mynd: Oliver Joensen

Meintu tit tað slett ikki?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.12.2019 - 16:23 Politikkur Tíðindi

- Tá tit undan valinum við einum munni søgdu at tunlarnir norður um Fjall (TNF) skuldu byrjast uppá beinanveg og í seinasta lagið komandi ár? Soleiðis spyr Irdi Jacobsen, fyrrverandi borgarstjóri í Hvannasunds kommunu á sínum facebook vanga.

Valfeløgini í Norðoyggjum skipaðu saman við Norðlýsinum fyri valfundi á Fossanesi 25. august. Síðani hava vit fingið eina samgongu og nú eru Tunlarnir norður um Fjall eftir øllum at døma niðurraðfestir og tað vil Irdi Jacobsen ikki finna seg í. 

Irdi Jacobsen spyr víðari:

 

- tá tit (A , B og H) løgdu uppskot fram um TNF við alternativari fígging TVÆR ferðir í 2018?

- tá tit aftur og aftur hava sagt at teir skulu framskundast?

Tí 2021 er ikki framskundan! Tað hevur verið ætlanin síðani samferðsluætlanina frá 2012.

Og fígging eigur ikki at vera ein trupulleiki tí tit hava í tveimum drúgvum viðgerðum í 2018 víst á alternativan leist!

NEI og aftur NEI!! Vit finna okkum ikki í at vera hildin fyri gjøldur enn eina ferð!!!

Tit - Steffan Klein Poulsen, Jákup Mikkelsen, Beinir Johannesen og Frimodt Rasmussen - tit eiga ikki at finna tykkum í hesum! Tit eiga at standa sum EIN maður saman við okkum um TNF!

Nokk er nokk - Nú skal handlast! Og tit eru valdir til at tosa okkara søk!

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Uruguay er ein outside'ari
Meinhardt Joensen vitjar Norðlýsið
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Team Klaksvík gjørt sáttmála við málmann…
Gadus siglir heim
20 ára hátíðarhald á Listasavni­num á San…
- Vit skulu fokuserað uppá egið tilfeing…
- Hava tit hug at boksa - komið so við!
Country Festivalu­rin 2026 verður í vikus…
Asfaltering av Kjalarvegnum
Atlantic Airways flýgur føroyskar áskoða…
Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroy…
3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria
Ari Samson vitjar Norðlýsið
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…