Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Steffan K. Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin avmyndaður á veljarafundinum á Fossanesi undan løgtingsvalinum fyrr í ár. Steffan varð valdur á ting og situr í samgongu. Higartil hevur hann spurt tvær ferðir í Løgtinginum um Tunlar Norður um Fjall. Hann er 17. maðurin í samgonguni og kann avgerða hvussu leingi bíðast skal. | Mynd: Oliver Joensen

Tunlarnir Norður um Fjall bíða til 2021

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.12.2019 - 08:31 Leiðarin Politikkur

Eftir at verða spurdur um tað fleiri ferðir, er fíggjarmálaráðharrin nú loksins komin við eini niðurstøðu. Tunlarnir Norður um Fjall mugu bíða, til koyrandi er til Hvalbiar, og tað verður ikki fyrrenn í 2021.

Í seinasta valskeiði tóktust teir at hava nógvan skund, men nú er vent í holuni. Tað er ikki heilt greitt, hvør orsøkin er, men ein orsøk er søgd at vera, at samgongan ikki hevur neyðugu fíggingina nú. Fleiri hundrað milliónir skulu brúkast til virksemi, sum undanfarna samgonga hevur sett í gongd, sigur fíggjarmálaráðharrin.

Sostatt biður samgongan nú um, at fólkið Eystan Múla, hvørs tolni er roynt og strekt til tað ítarsta, skal bíða enn longri. Ikki er greitt enn, hvørjar reaktiónir hetta fer at fáa, men tað fer uttan iva at vísa seg í næstum. Í øllum førum kann staðfestast, at hetta er eitt vónbrot fyri øll tey mongu hundrað, sum dagliga brúka tunlarnar.

Í undanfarna valskeiði legði samgongan, sum tá var andstøða, uppskot fram um at lata P/F Norðoyatunnilin fíggja tunlarnar Norður um Fjall. Spurningurin er so, um núverandi andstøða, sum tá var samgonga, fer at leggja sama uppskot fram nú. Hendir tað, fer hon at leggja eitt uppskot fram, sum hon sjálv hevur felt, og so kann tað henda, at uppskotsstillararnir tá fella tað nú.

Sambært verandi ætlan skal Hvalbiartunnilin takast í nýtslu fyrsta kvartal í 2021, og tá kann so farast í gongd við tunlarnar Norður um Fjall. Ætlanin hjá samgonguni hevur verið at framskunda hetta, men nú kann so staðfestast, at tað hevur ikki eydnast.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fimleika­høllin verður veruleiki!
KÍ spældi seg trygt í hálvfinalurnar
Marius Ziska á Tórsfest 2026
Vikuskiftirmøtir hjá kirkjuliga missións…
Býráðsskráin 30. apríl
Virkið Vár: Verkstova um matoyðsl í Róti…
Næmingar á Matvørubreyt­ini á TSK staðið…
Klaksvíkar kommuna tekur niðurstøðuna hj…
Summar­ansing 2026
Fóðurflaki á Lambavík
Sakaris spælir á Summar Festivalinum
Vit vilja hava fimleikar­høll­ina fyrst!
Virkið Vár: Figurmáling og borðspæl fyri…
KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á 1.000 KR
Nýggj íbúðarverkætlan á Eiði
Virkið Vár: ÍÐKA SOSIAL RUN
Tá brøðurnir Wright vildu flúgva
Flutningur er meira enn bilar: Avtakið e…
Virkið Vár: Familju­súkklutúrur við Norðs…
- Kvinnur­nar skulu hava lønarsáttmálar!
Lýsing