Lýsing
Lýsing
Tá vit á Norðlýsinum spurdu nær byrjað verður uppá tunlarnar Norður um Fjall, komu ymisk svar frá teimum trimum floksformonnunum | Mynd: John William Joensen

Eykarokningar hótta tunlarnar Norður um Fjall

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.09.2019 - 07:39 Leiðarin Politikkur

Tað er fallið heilt mongum her í Norðoyggjum fyri bróstið, at teir nógv umrøddu tunlarnir Norður um Fjall ikki eru við í samgonguskjalinum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin. Formenninir kendu seg noyddar at sissa norðoyingar við at siga, at teir koma. Tó bar ikki til seta dato á.

Á sjálvum tíðindafundinum komu ymisk signal frá samgonguformonnunum. Bárður Nielsen segði at tunlarnir á Borðoynni komu eftir Hvalbiartunnilin, men nevndi so eisini Dalstunnilin og Fámjinstunnilin í sama setningi. Hetta tykist hava fingið fjáltur á fólk, og Jørgen Niclasen var eisini kvikur at nevna Tunlar Norður um Fjall beint eftir Hvalbiartunnilin. Men ongin vildi seta dagfesting á, og tað komst av, at fíggingin er óviss.

Ein høvuðsorsøk sigist nevniliga vera, at eftir løgtingsvalið 31. august kom undan kavi, at úti í Fíggjarmálaráðnum liggja ógoldnar rokningar fyri kanska 100 milliónir, sambært Vágaportalinum. Formaður Miðfloksins segði, at teir ikki vistu, hvussu fíggjarliga støðan í landinum í heila tikið er, og sipaði tá helst til, at eykarokningarnir ikki vóru kendar fyrrenn fyrst í september.

Jørgen Niclasen mælti til at sláa kalt vatn í blóðið. Fyrst skuldi fíggjarstøðan gerast greið, og so skuldi hyggjast at, um tað møguliga bar til at framskunda tunlarnar. Allir tríggir formenninir løgdu tó eina við, at tunlarnir verða gjørdir í hesum valskeiðnum.

Á valfundunum, sum Norðlýsið skipaði fyri á Skúlatrøð 14. August og á Fossanesi 25. August, vóru nærum allir pallborðsluttakararnir á einum máli: Tunlar Norður um Fjall skulu byrja, áðrenn borurin sum fer ígjøgnum til Hvalbiar fær tíð at kølna. Ein leyslig meting sigur tí, at farast kann í gongd á vári 2020 ella í seinasta lagi á sumri 2020 við apríl mánaði sum einum sannlíkum mánaði at byrja. Hinvegin vóru fleiri á tí valfundinum ikki innvald, og tað er ikki vist, um tey innvaldu eru samd. Men í almenningum, eins og í undanfarna valskeiði, tykist fatanin at vera, at tunlarnir byrja beint eftir Hvalbiartunnilin.

Ein lyklapolitikari í hesum verður tann ungi Steffan Klein Poulsen úr Hvannasundi, nývaldur tingmaður fyri Miðflokkin. Hann býr Norðan fyri Fjall og er tann 17. maðurin í samgonguni. Skuldi hann sett sum krav, at tunlarnir verða gjørdir, varð tað uttan iva eftirlíkað. Sjálvandi fer hann ikki at framseta nakra hóttan, men hann kann koma við eini vælmeintara áminning um, at allir samgonguflokkarnir hava lovað fólkinum Eystan Múla hetta, og at nú ræður um at halda orð.
At tað er óunniligt fyri ta nýggju samgonguna at vera komna fram á stórar ógoldnar rokningar í Fíggjarmálaráðnum, skilja vit væl. Og at fyrsta reaktiónin er, at nú fer alt ikki at bera til, sum ein setti sær fyri, er eisini væl skiljandi. Men hetta hvørki eigur ella má sleppa at hótta tunlarnar. Landskassin hevur havt stór yvirskot seinastu árini, og sær eisini út til at fáa tað í ár, so tað eigur at bera til at finna fígging við at spjaða hana yvir nøkur ár. Vit eru eisini liðug at gjalda Glasir og verða skjótt liðug at gjalda H-bygningin, og tað eigur alt annað líka at leysgeva nakrar krónur á fíggjarlógini.

Og skuldi tað versta víst seg, nevniliga at Landskassin er ovbyrjaður av eykarokningunum, so er framvegis ein vón. Hon er at finna NUMO-uppskotið framaftur og lata Norðoyatunnilin leggja út fyri tunlarnar Norður um Fjall, og so kann landið gjalda tað, tá bilbugt er fingin við óvæntaðu eykarokningarnar.

Allar tær upplýsingarnar, sum vit hava í løtuni, benda á, at framvegis er tað nóg mikið, at viljin bert er til staðar, fyri at farast kann í gongd við tunlarnar komandi ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…