Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hanus Samró við nýggju bókini | Mynd: privat á facebook

Ummæli: Proteinstríðið

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  12.12.2019 - 23:11 Mentan Politikkur Vinna

Ummæli av bókini Stríðið um proteinini – og útflutningurin til Sovjet eftir Hanus Samró

Bókin nertir við eitt eymt tíðarskeið í nýggjari Føroya søgu. Ríkisfelagsskapurin við Danmark var av álvara undir trýsti, samstundis sum ein sambandsløgmaður sat við róðrið. Og tað paradoksið bleiv sjálvsagt brúkt partapolitiskt. Heldur óvanligt hevur bókin fyrstu kelduávísingina longu í fororðunum, og hon er eitt sitat eftir fólkatingslimin fyri Javnaðarflokkin, ið kallar løgmann fyri ”Putinsa henta idiot”. Við hesum er latið upp fyri viðgerðini av tíðarskeiðnum fyri makrelstríðnum. Seinni í bókini er lesarabrævið prentað í fullum líki.

Bókin er ikki ein akademisk ritgerð – til tað fevnir hon helst ov breitt –, men er kortini sett upp sum ein tílík við leypandi keldutilvísingum og drúgvum sitatum allan vegin. Tað er greitt, at høvundurin hevur gjørt eitt gjølligt rannsóknararbeiði frammanundan viðgerðini og hann vísir eitt gott hegni til at skifta millum altjóða lógartekstir, búskaparfrágreiðingar, innanhýsis memo, lesarabrøv og tíðindaskriv. Umframt skjalrannsóknir hevur høvundurin eisini interviewað lyklapersónar, og at síggja til er ikki nakað at seta fingurin á viðvíkjandi keldutilfarinum.

Hóast tað rættiliga tíðliga í bókini er greitt, hvar sympatiin hjá høvundanum liggur, so verður vigað bæði fyri og ímóti, og fakligi integriteturin er ongantíð í vanda. Hendingin í Salisbury í Bretlandi, har Sergei Skripal og dóttirin vórðu eitrað, verður umrødd, eins og nortið verður við ivasamar fongslingar í Russlandi, ið tala ímóti samstarvi tann vegin. Lutfalsliga seint í bókini kemur tó høvuðsorsøkin, tað søguliga baksýnið og viðgerðin av Kalda Krígnum. Hví høvundurin ikki fer fram í tíðarrøð, er ikki greitt, og kann ørkymla lesaran eitt sindur, tí eitt betri yvirlit hevði fingist við eini kronologiskari viðgerð.

Viðgerðin av søguliga tíðarskeiðnum undir Sovjetttíðini verður málað við tí vanliga hugsjónarliga penslinum. Tað er kapitalurin og føroysk fiskivinna, sum eyðkennir altjóðapolitikkin eftir seinna heimsbardaga, og høvundurin heldur fast við ta gjøgnumførdu próvførsluna, sum er ein av størstu styrkjunum hjá bókini. Í fleiri førum letur høvundurin keldurnar sjálvar tala, við tað at hann framleggur tær beinleiðis sum myndir í bókini. Sitat og parafrasering eru ikki nóg mikið, lesarin skal síggja keldutilfarið sjálvt. Hetta er sera gott og forkunnugt at lesa.

Í bulinum í bókini arbeiða vit okkum saman við høvundanum upp ígjøgnum 1950-árini yvir 1960-árini og upp í 70-árini, tá søguliga hendingin við 200-fjórðinga sjómarkinum kemur í lag í 1977. Sum lesari fær ein kensluna av, at í samtíðini vóru andsagnarviðurskifti millum fíggjarlig áhugamál og etikk. At har eru etiskar og/ella moralskar forðingar, heldur enn handilslig og vinnulig viðurskifti, sum liggja í buktini fyri samskiftinum við Sovjettsamveldið. Tað framgongur helst mest týðiliga og beinleiðis av lesarabrævinum hjá ”óttafullur”, ið verður endurgivið í fullum líki miðskeiðis í bókini, men er ein reyður tráður gjøgnum alla bókina eisini.

Hervið verður tráðurin bundin aftur til upprunaliga viðmerkingina hjá fólkatingsliminum, sum høvundurin presenterar lesaranum fyri í fororðunum, har umboð fyri føroyska vinstravongin vísir á, at Føroyar ”eiga” at halda seg til NATO, Danmark og USA, meðan sitandi høgrastjórn og hennara sambandsløgmaður royna at knýta bond til stóra landið hinumegin fyrrverandi Jarntjaldið. Hervið peikar høvundurin, møguliga tilvitað, møguliga ikki, á tey paradoksini, sum gjørdu seg galdandi undir bæði Kalda Krígnum og ikki minst aftaná.

Perspektiveringin í bókini er føroyski fiskiskapurin í Namibia. Hesin parturin er at síggja til heldur leysur frá restini av viðgerðini, tó so at tað er greitt, hví hann er tikin við. Hann undirstrikar, at Føroyar áður hava verið í altjóða roki og mist fótafestið. Verður hugt at yvirskipaða bygnaðinum í bókini, so kann tað ørkymla, at hann stendur har, hann stendur, tí lesarin verður rivin leysur úr Russlandi og fluttur til syðra partin av Afrika, fyri síðani at verða fluttur aftur til Russlands nakrar síður seinni. Perspektiveringin fungerar sostatt sum ein parentes.

Skal fingurin setast á nakað í bókini, ella ritgerðini – tí ritgerð er bókin – so eru nøkur viðurskifti, sum kundu verið betri frágingin. Eitt er, at bókin kundi verið betur rættlisin. Ikki soleiðis at skilja, at nógvar villur eru at finna, men einstakar eru komnar ígjøgnum nálareygað, eitt nú slagvillur sum ”Sosialiurin” á s. 13, ”Kringarp” á s. 196, dupult punktum ”Neyvan..” á s. 160, millumrúm frammanfyri punktum á s. 187 (”limaskap .”), eitt ivasamt talformat sum ”160.00 tn” á s. 76 og ósamsvar sum eitt nú ”dansk” við lítlum og ”Dansk” við stórum um sama stovn á s. 195.

Parturin ”Stríðið um proteinini”, sum er tað, sum kemur nærmast eini niðurstøðu í bókini, endar heldur endaleysur við ógreiða setninginum ”Hetta er nevniliga økið, russar fisk sild og makrel”. Ikki er greitt, hvat meint verður við her. Síðani koma brot úr øðrum bókum eftir sama høvund, uttan at tað er heilt greitt fyri lesaranum, hvør ætlanin við tí er.

Til tíðir er ikki reiðiligt samsvar millum yvirskrift og innihald. Kapittulin við yvirskriftini ”Eitranin í Salisbury” kemur bert heilt stutt inn á sjálvt málið við eitranini og snýr seg annars um handilsviðurskiftini millum Føroyar og Russland í heilt nýggjari tíð. Her hevði ein onnur yvirskrift verið meira beinrakin.

Men tá tað er sagt, so er bókin eitt dygdargott og kærkomið íkast til nýggjari føroyska søgu, bæði fiskivinnusøgu og altjóðapolitiska søgu, og hon problematiserar framúr væl spenningsfeltið millum handilsviðurskifti og hernaðaravtalur og hvussu tað kompliserar føroysk handilsviðurskifti, at leivdir frá kalda krígnum framvegis spøkja. Ein framúr væl grundgivin frágreiðing um, hví viðurskifti Føroya við Russlands eru, sum tey eru.

Bókin er 249 blaðsíður til longdar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…