Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mátitólini við vita á Mykineshóli eru tey tættastu við tað ringa veðrið, herjar í Íslandi í hesum døgum. Mesti vindurin er tí eisini vestanfyri; minni vindur er máldur í Norðoyggjum og aðrasteðs kring landið. | Mynd: Ónevndur - funnið á flykr

Trettandi við nógvum vindi

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  06.01.2020 - 17:44 Tíðindi Veðrið

Nú er klokkan 18 – á trettanda.

Nógvur vindur hevur verið í dag. Luftin er komin úr einum hátrýsti við Asorurnar í miðjum Norðuratlantshavi, og hon hevur skundað sær til miðjuna á einum lágtrýsti, sum hevur flutt seg í ein landnyrðing úr Íslandi.

Ættin hevur tí verið sunnan í morgun og útsynningur seinnapartin. Ættin hevur broytt seg, sum lágtrýstið hevur flutt seg.

Mesti vindurin í dag er máldur í Mykineshólmi. Har fór miðalvindurin upp um 25 m/s tíðliga í morgin, og hann er enn oman fyri 30 m/s har vestri. Ættin har hevur verið útsynningur í morgun og seinnapartin. Nú er hon farin upp til lágan vestan.

Minsti vindurin í dag er máldur á Kirkju. Har hevur miðalvindur verið ójavnur – hevur ligið ímillum 11 og 16 m/s allan dag – upp og niður, einki mynstur. Ættin á Kirkju hevur verið sunnan fyrrapartin, men beint eftir døgurða fór hon upp í lága vesturætt.

Tað stórur munur í veðrinum, tá ið miðalvindurin er 11 til 16 m/s og tá ið hann er oman fyri 30 m/s. Líka so ójavnt hevur veðrið verið kring landið í dag.

Mátingarnar hjá Vørn kunnu síggjast á www.vedrid.fo

   

Lýsing
Seinastu tíðindini
Útróðurin í dag
Yvir 21 milliónir bilar verið ígjøgnum N…
Vága Floghavn 9,4 milliónir í halli
Lands­stýris­maðu­rin hitt starvs­felagar úr…
Rósa og Elisabeth í praktik í kommununi 
Lands­stýris­maðu­rin á fisk­vinnu­messu í Ba…
Skip liggja við heimarukai
Atlantic Airways: Hall hóast ferðafólkam…
Símun: - Eg vildi vita meira um veðrið o…
Sommerson Band á Country Festivali­num
Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati…
Standmynd avdúkað í Oyndarfirði sunnudag…
Miðflokku­rin – lands­fundu­rin 2026
Veðrið í dag
Klassika­rin snýr seg um at umganga krepp…
Megnar Mjølnir at endurvinna steypakappi…
Aftur í ár var skipað fyri ársins vitana…
Ikki eiti á samgongubyrjan- 20. mió oyra…
Blátt við nýggjum staklagi
Javningin av almanna­pensjónum