Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndin er tikin Klaksvíksmegin, tá Norðoyatunnilin varð tikin í nýtslu 29. apríl 2006 | Mynd: Oliver Joensen

Lyftisbrotið við bummgjøldunum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.01.2020 - 21:30 Leiðarin Politikkur Vinna

Bæði hetta og undanfarna landsstýrið hava lovað broytingar undirsjóvartunlunum viðvíkjandi, men tað gongur sera striltið at halda tey. Røddir eru nú frammi í landsstýrisamgonguni um ikki at gera Norðoyatunnilin ókeypis enn, sum annars varð lovað 14. september, men at lata hann leggja út fyri tunlarnar Norður um Fjall. Her mugu vit vera á varðhaldi.

Í ólavsøkurøðuni fyrraárið segði táverandi løgmaður, at undirsjóvartunnilspartafeløgini bæði, P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin, skuldu flytast úr Havn til Saltangará. Við fyrsta eygnabrá góð tíðindi fyri norðurøkið, men við nærri eftirkanning kundi illgruni vera um, at hetta var ein ætlan um at krøkja nýggju tunlarnar, Eysturoyar- og Sandoyartunlarnar, uppí sama felag og harvið allar undirsjóvartunlarnar í eitt felag. Hetta hevði sjálvandi ikki verið gott fyri Norðoyggjar og Vágar, tí tá hevði bummgjaldið uttan iva hildið fram.

Ætlanin er ongantíð blivin til nakað, og er nú útsett fyri aðru ferð. Men nú sær út til, at Norðoyatunnilin verður noyddur at krevja gjald í nøkur ár afturat. Tinglimir í nýggju samgonguni ætla nevniliga, at Norðoyatunnilin skal borga fyri nýggjum tunlum Norður um Fjall. Og tað kann hann einans, um hann hevur inntøkur. Hóast tunnilin fær alt endurgoldið frá Landskassanum, má hann framvegis hava kapital at leggja út við.

Ongin ivi er um, at hetta er klárt lyftisbrot, og tað hava vit vitað leingi. Tá lánini í undirsjóvartunlinum vóru afturgoldin, skuldu tunnilsgjøldini takast av. Tað hava vit fingið advokatar at váttað, og lógirnar um undirsjóvartunlar geva bert meining, um tær verða skiltar á tann hátt. Men at lógarteksturin kanska ikki er nóg greiður, lønar seg tíverri aftur í gráum kálvskinni.

Tá samgongan varð skipað, varð sagt, at tunnilsgjøldini skuldu avtakast. So vítt, so gott. Seinni kemur tó ein útmelding um, at Vágatunnilin verður ókeypis, og alt gott um tað. Men hvat við Norðoyatunlinum? Hann hoyra vit onki serligt um, fyrrenn nú, tá hann skal borga fyri tunlunum Norður um Fjall.

Lat ongan iva vera um, at vit meta tunlarnar Norður um Fjall hava bráðskund. Men teir eiga at verða fíggjaðir sum allir aðrir tunlar á landi, nevniliga við játtan á fíggjarlógini. Alt gott um at fíggjarlógin skal hava yvirskot, men hon skal ikki bara hava yvirskot fyri at hava yvirskot. Tá so týðandi samferðsluæðrir standa fyri hóttafalli, má Løgtingið koma saman og játta tað, sum skal til. Og tað ber bara til, tá tað er yvirskot!

Vandi er fyri, at hetta fer á glið. Skulu norðoyingar ígjøgnum bummgjøld gjalda hesa ferð, kann hugsast, at landspolitikararnir aftur siga, at leisturin skal brúkast til aðrar landsuppgávur í Norðoyggjum og harvið skáka sær undan at rinda fyri landsíløgurnar, og hvat verri er, -raksturin í Norðoyggjum.

Tað er hvørki rætt ella rímiligt, at norðoyingar áhaldandi skulu gjalda ein tunnil, sum longu er goldin. Lánini eru liðugt goldin, og tað, vit gjalda fyri nú, er landskassans partur. Tað merkir, at landið krevur eina íløgu, sum vit longu hava goldið við okkara landsskatti, goldna eina ferð afturat við brúkaragjøldum, og tað er púrasta burturvið.

So, hóast tunlarnir Norður um Fjall eru ein sera góð søk at gjalda fyri, so eiga vit ikki at góðtaka, at landskassin enn einaferð skákar sær undan ábyrgd og leggur ábyrgdina yvir á ein undirsjóvartunnil, sum fyri árum síðani skuldi havt verið ókeypis.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð