Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fv: Líggjas Johannesen, Bethuel Johannesen og Hanus Hansen | Mynd: Dávur Winther

Nýggjur Klakkur birtir nýggja vón

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen: Myndir Dávur Winther  |  09.01.2020 - 14:52 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað var ein serstakur stemningur, nú nýggi Klakkur so errin stevndi inn á Klaksvíkina í vetrarkuldanum, nú ein steðgur var í harðveðrinum. Eini 1.000 fólk vóru komin saman og stóðu væl hýrd á kaiini og prátaðu og smíltust fyri at taka ímóti hesum kærkomna nýggja ískoytinum til flotan. Ein løta, ið fólk hava verið spent uppá, og sum hevur nógv at siga fyri nógv fleiri umframt tey, sum beinleiðis varða av stolta skipinum.

Flestu klaksvíkingar minnast ta óforgloymandi løtuna í 1998, tá tann nýggi Christian í Grótinum stevndi inn á Klaksvík og boðaði øllum føroyingum frá, at nú var kreppan av. Nú fór tilveran at batna, og sanniliga gjørdi hon eisini tað. Tað var ikki sørt, at tankarnir vórðu leiddir aftur til ta løtuna, tá nýggi Klakkur kom í dag. Nú er eitt annað slag av kreppu av, nevniliga turkurin av nýggjum skipum til føroyska fiskiflotan.

Nýggi Klakkur er línubátur og eitt veruligt nýbrot, fyrst og fremst við tað at hann hevur rullibrunn. Rullibrunnurin ger, at øll manningin fær arbeitt undir dekki, og ikki bert er hetta munandi høgligari, men eisini nógv tryggari fyri manningina. Rullibrunnur er tað, sum á fakmáli nevnist “moonpool”. Hesin nýggi Klakkurin er hartil góðar 11 metrar longri og 3 metrar breidri enn gamli Klakkur.

Umstøðurnar umborð eru framúr góðar fyri manningina. Tað kunnu helst allir sjómenn, sum eru komnir til árs og minnast gomlu skipini við minst 4 koyggjum í hvørjari kahytt og felags wc á gongini, skriva undir uppá. Nýggi Klakkur hevur einstaklingakahyttir við egnum fasilitetum, umframt venjingarhøli og onnur felagshøli, eins og sjúkralukaf. Har er fabrikk umborð og rúmd fyri 370 tonsum av fiski.

Jomfrúferðin hjá nýggja Klakki, ið stevndi úr Siskestrand í Noregi fyrst í vikuni, verður allarhelst til Flemish Cap. Møguleiki er tó fyri, at Klakkur heldur fer undir Ísland. Ætlanin er fyrst at royndarsigla skipið og royna útgerðina, sigur skiparin, Líggjas Johannesen, við Norðlýsið.

Nýggi Klakkur er fyrrverandi Geir II, ið er bygdur á Fiskestrand Verft AS í 2010 fyri reiðaríið H. P. Holmeset AS. Hann kemur í staðin fyri gamla Klakk, ið fylti 30 ár í 2019 og nú er seldur til felagið aftanfyri Jákup B., ið felag aftanfyri Kósina hevur keypt, og sum nú fær navnið Carlton. Samstundis fær gamli Klakkur navnið Jákup B. Hetta ljóðar kanska fløkjasligt, men er eitt greitt tekin um tann nógva aktivitetin, sum er í fiskivinnuni í Klaksvík í løtuni.

Tað hevur verið ein veðurhørð ferð úr Noregi. Ringa veðrið hevur gjørt, at skipið veruliga fekk roynt seg, og eftir útmeldingunum at døma hevur tað sanniliga staðið royndina. Vegna ódnina fekk skipið ikki siglt so skjótt, einans 4-6 sjómíl, og tað gjørdi, at skipið var á Klaksvík stutt eftir miðdag.

Ikki kann sigast annað enn, at Klakkur er ein familjufyritøka. Eigararnir eru brøðurnir Johannesen, Líggjas og Bethuel umframt Hanus Hansen, skipari er Líggjas Johannesen, og við at føra skipið heim úr Noregi var ongin minni enn løgtingsmaðurin og býráðslimurin Beinir Johannesen, ið er sonur Líggjas. Til tey sum halda, at ein politikari mestur man hava ligið við sjóverki í hesum veðrinum, hevur Beinir prógvað, at hann breðgar ikki úr ætt og væl tolir “mostin”. Hann hevur nevniliga verið myndamaður á túrinum, og Norðlýsið hevur fingið nakrar av myndunum sendandi.

Til móttøkuna var veruligur hátíðardámur. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vitjaði umborð. Flestu miðlarnir vórðu umboðaðir. Eldru menninir mundu hugsa sítt, tá teir sóu góðu umstøðurnar á nýggja skipinum. Reiðaríði bjóðaði kaffi, kakur, sodavatn, og karamellur til øll tey mongu vitjandi. 

Ein sera hugalig løta umborð á nýggja Klakki. Gangist tykkum væl og harrans signing. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!