Lýsing
Lýsing
Lýsing
eldri mynd | Mynd: Oliver Joensen

Býttu stigini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.01.2020 - 23:17 Ítrottur Tíðindi

Sum væntað, bleiv tað til ein spennandi dyst, tá Stjørnan og StÍF í kvøld leiktu í KÍ-høllini. Fyrstu 10 min. gekk javnt á, men so hevði Stjørnan hug at taka leiðsluna. Tá hálvleikurin var hálvrunnin, hevði Stjørnan eina leiðslu uppá trý mál, og tað helt til hálvleiks. Hálvleiksstøðan var 15-12 til Stjørnuna.

Stjørnan byrjaði betur í seinna hálvleiki, og fekk fyrstu 5 min. økt um leiðsluna til fimm mál, men so steðgaði upp við málskjótingini hjá heimaliðnum, tað var ikki tí, at møguleikarnir ikki vóru til at skora. Ferð eftir ferð blivu upplagdir málmøguleikar missnýttir, og tað bleiv straffað við skjótum mótálopum frá StÍF. Tá 17 min. vóru leiktir, hevði StÍF tikið leiðsluna, støðan var tá 21-22 til StÍF. StÍF fekk økt um leiðsluna til trý mál, men seinastu løtuna eydnaðist Stjørnuni at svara aftur, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist javnleikur 25-25.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini