Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á UEFA PRO-útbúgvingini í Noreg hava ymisk tema verði á skránni. Her hevur norski landsliðsvenjarin Lars Lagerbäck m.a. havt framløgu um, hvussu venjarar handfara fjølmiðlar og viðurskifti uttanfyri vøllin. Har er hendan myndin tikin. KÍ-venjarin Mikkjal K. Thomassen sæst aftanfyri norska landsliðsvenjaran. | Mynd: Bildbyrån

Mikkjal K. Thomassen hevur fullført UEFA PRO-lisens útbúgvingina

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  13.01.2020 - 15:18 Ítrottur Tíðindi

Í dag endaði UEFA PRO-lisens útbúgvingin, ið er tann hægsta venjaraútbúgvingin í fótbólti, hjá norska fótbóltssambandinum, har KÍ-venjarin var ein av luttakarunum.

Norska fótbóltssambandið skrivar, at hetta vikuskiftið vóru venjararnir samlaðir fyri seinastu ferð á UEFA PRO-lisens útbúgvingini. Hendan útbúgving hevur vart í hálvannað ár. Ein av teimum 18 venjarunum, sum fullførdu útbúgvingina, var KÍ-venjarin Mikkjal K. Thomassen. Eisini vóru tveir venjarar frá Íslandi, Kristján Guðmundsson og Óli Stefán Flóventsson. Leiðarin fyri útbúgvingina, Dan Eggen, letur væl at.

- Tá tað ikki er møguligt at taka útbúgvingina í Føroyum og Íslandi, so eru vit blivnir eggjaðir av UEFA til at taka umboð frá hesum londum. Venjararnir sum taka UEFA PRO-lisens í Noreg mugu vera norskir ella skula arbeiða í Noreg.Tað var eisini ein treyt, at málið má ganga væl, so at einki verður mist í umseting. Tað hevur verið eitt pluss fyri bólkin at havt hesar luttakararnar úr Íslandi og Føroyum við, sigur Dan Eggen við heimasíðuna hjá norska fótbóltssambandinum.

 


Teir 18 venjararnir, sum hava fingið UEFA PRO-lisens í Noreg eru hesir:

Børje Sørensen

Håkon Grøttland

Kenneth Dokken

Kjetil Knutsen

Kristjan Gudmundsen

Mikkjal Thomassen

Oli Stefan Floventsson

Alexander Straus

Thomas Dahle

Vanja Stefanovic

Jørgen Isnes

Tarjei Smågesjø

Haakon Lunov

Amund Skiri

Bjarte Lunde Aarsheim

Arild Sundgot

Lars Petter Andressen

Øyvind Leonhardsen

 

Mikkjal er triði føroyingurin, sum fær hesa útbúgvingina, sum er tann hægsta í fótbólti. Hinir báðir eru Jógvan Martin Olsen og Bill M. Jacobsen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-ÍF
Julian føroyskt met til DM í 10 km
Hvat ger Sjúrður nú?
Tøkk - Hannebeth Garðalíð
Terji Mørk skrivað undir við Stjørnuna
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Bakkafrost: Virðisflutningu­rin úr útjaða…
SEV skal ongantíð privatiserast
Silvarenning 2026
Tjóðleik­húsið lagt á ís
Veðrið í dag
Aftursvar til Karl
Fara beinanvegin at lækka oljuprísirnar
Myndarøð: Lands­stýrið tilnevnt í Tingane…
Team Klaksvík hevði hugnaløtu
Leigustuðulin liggur fyrst fyri
Nógvar endur­skoða­nir í væntu innan útbúg…
Steffan Klein Poulsen nýggjur formaður í…
Visit Faroe Islands kann taka tað róligt
Lágt-hangandi fruktir­nar fyrst