Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vindurin er aftur veksandi í kvøld. Í nátt er eisini heilt fitt av vindi. Í morgin ári minkar. | Mynd: Undirritaði

Aftur vindur

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  13.01.2020 - 16:58 Tíðindi Veðrið

Forsøgnin fyri í kvøld og í nátt er ikki góð. Tað verður fitt av vindi í kvøld, og eitt sindur meiri enn tað í nátt og morgin ári.

Tit hava hoyrt ella lisið tað fyrr, men tað er eitt sera djúpt lágtrýst, sum stendur fyri veðrinum í kvøld, í nátt og morgin ári. Tað fer fram við Føroyum í morgin ári klokkan 7 – tá er frástøðan út Mykinesi til miðjuni knappar 200 fjórðingar. Barometrini fara at vísa 945hPa – og so hæddarmunin afturat – t.e. 1 hPa minni fyri hvørjar 8 metrar oman fyri havið.

Veðrið er farið at merkjast í Føroyum. Sambært vedrid.fo er nú (klokkan er 17) miðalvindurin einar 12 til 17 m/s úr landsynningi.

Um einar 3 tímar eru 18 til 23 m/s úr landsynningi; á midnátt er miðalvindurin komin upp í 20 til 25 m/s. Hvirlurnar nakað væl harðari. Meiri vindur sunnanfyri enn norðanfyri.

Tað fer at regna eisini. Eitt brúgvalag er ávegis við regni – um ein tíma regnar kring alt landið. Tað fer at slíta í nakrar tímar seinni. Á midnátt fer aftur at regna.

Stutt eftir midnátt fer ættin at snara niður ímóti suðuri – sama vindferð, 20 til 25 m/s við hørðum hvirlum. ´

Í morgin ári fer ættin vesturum til útsynning-vestan og útsynning. Út á fyrrapartin í morgin fer at minka.

Her á Norðlýsinum fylgja vit við, hvussu veðrið skikkar sær…

  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará