Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggi skúlin letur upp og miðbýurin tekur skap

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.01.2020 - 19:31 Tíðindi

- Nú gleða vit okkum til at sleppa at taka henda nýggja, snotuliga skúlabygning í nýtslu við nýggjum innbúgvi og amboðum, samstundis sum eg fegnist um, at fíggjarstýringin av hesi bygging hevur verið góð og neyv., sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum eisini er ógvuliga fegin og takksamur um, at nýggi miðbýurin av álvara byrjar at taka skap.

Nú vit eru farin um ársskiftið og hava sett sjøtul á 2020, hevur Norðlýsið verið á gátt hjá Jógvani Skorheim, borgarstjóra, at fregnast um, hvørjar verkætlanir verða lidnar í hesum árinum, og hvørjar nýggjar ætlanir liggja í kortunum. Í fyrstu blaðútgávuni eftir ársskiftið var longri samrøða við borgarstjóran, sum vit her endurgeva partar av.
 
Vit hava hildið fokus
- Hesi seinastu árini hava verið merkt av fleiri nýggjum frambrotum og stórum verkætlanum, sum hava kravt eina neyva fíggjarstýring, tí talan er um stórar upphæddir. Tí fegnist eg um, at Klaksvíkar býráð hevur víst ein sterkan vilja og hevur bakkað upp um hesar raðfestingar.

- Vit hava hildið fokus, og nógvir borgarar hava víst gott tol, og tað eri eg sum borgarstjóri ógvuliga takksamur fyri. Og tí er gleðin eisini stór, nú hesi stóru arbeiði nærkast verða liðug og kunnu takast í brúk, sigur Jógvan Skorheim, sum nevnir nøkur av hesum frambrotum.
 
Nýggjur samanbygdur skúli
Ein av fyrstu verkætlanum, sum í ár verða lidnar, er fyrsta byggistig á Skúlatrøð, sum er størsta einstaka byggiverkætlan nakrantíð hjá Klaksvíkar kommunu.

- Her eru vit ógvuliga takksom fyri tað stóra tol og forstáilsi, sum bæði næmingar, foreldur og starvsfólk skúlans hava víst í byggitíðini.

- Nú gleða vit okkum til at sleppa at taka henda nýggja, snotuliga bygning í nýtslu við nýggjum innbúgvi og amboðum, samstundis sum eg fegnist um, at fíggjarstýringin av hesi bygging hevur verið góð og neyv. Tað hevur ómetaliga stóran týdning, sigur Skorheim.
 
Nýggi miðbýurin tekur skap
- Í 2019 kundu vit endiliga, í samstarvi við Bústaðir, bjóða borgarum inn í 30 spildurnýggjar íbúðir í Biskupstorg, sum er fyrsti bygningurin í hjartanum av nýggja miðbýnum her í Klaksvík. Henda verkætlan hevur tí serliga stóran týdning fyri at gera miðbýin til veruleika, sum í næstum fer at fevna um fleiri bygningar, torg, brýr, handlar, matstovur v.m.

- Tað er eingin loyna, at eg sum borgarstjóri havi brúkt sera nógva orku uppá at fáa okkara nýggja miðbý til veruleika, og tí eri eg eisini ógvuliga fegin og takksamur í dag, nú hann av álvara byrjar at taka skap, sigur Jógvan Skorheim.
 
Nýtt kappróðrarneyst
Ein av bygningunum, sum í næstum verður bygdur í miðbýnum, er nýggja neystið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag.

Borgarstjórin upplýsir, at tekningar og modell eru gjørd av hesum nýggja og snotuliga neysti við tilhoyrandi venjingarhølum, felagshølum v.m.

- Í fíggjarætlan býráðsins fyri 2020 eru 7 mió. kr. settar av til hesa íløgu, og í næstum verður farið undir at fyrireika byggingina av neystinum, saman við Klaksvíkar Róðrarfelag, ið hevur víst fantastiskan samstarvsvilja og eru komin við góðum ískoytum til hvussu bygningurin skal síggja út endaliga. Neystið skal standa klárt til róðrarfelagið at taka í brúk til kappróðrarárið 2021.
 
Slóðbrótandi sjóhitaskipan
Eitt av frambrotunum, sum eisini er partur av miðbýnum, og sum fer at hita fleiri stórar bygningar í býnum, er sjóhitaskipanin, sum er eitt stórt stig hjá Klaksvíkar kommunu á grønu kósini burtur frá teimum vanligu oljuhitaskipanunum til alternativar orkuskipanir.

- Sjóhitaskipanin, sum hevur skapt ans, hitar longu stórar bygningar í miðbýnum, eitt nú Biskupstorg og BankNordik, og í komandi tíð verða fleiri stórir bygningar í býnum bundnir í skipanina og fara harvið burtur frá at brúka olju og ístaðin til sjóhita, sum einans brúkar nakað at el-orku. Millum hesar bygningar kunnu nevnast Skúlatrøð, ítróttarhallirnar og svimjihøllin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
JFK-Open Grand Prix 2: Úrslit og myndir
Stuðuls­tiltøk í Føroyum varpa ljós á kri…
 Livar sigur frá í Christians­kirkjuni
Milson til minnis
Hvussu eru Føroyar komnar til gjøgnum fl…
Bindifestivalu­rin á altjóða støði
Føroya Bjór: J-dagur í dag
Gittar­framsýning í Varpinum í samband vi…
Bakkafrost leggur seg ikki út í linjufør…
Viðmerk­ingar frá Búskapar- og Løgfrøðing…
Rajani vildi flyta Bjarnason, men Løgmað…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Barna­familjur­nar sleppa undan ansingargj…
Video: Todi greiddi frá um KÍ í 1991 og…
- STÁSTÍÐ setur fokus á alt tað góða vit…
Takkarkvøða til Arnhold Vegghamar
Hesi hava vunnið ársins bestu hjá Bláu B…
HJARNAR: Nøkur eyka setur tøk leygardagi…
Tjóðveldi kann vinna norð­urøkið aftur
Krafta er sett í verðina at kappast um o…