Lýsing
Lýsing
Lýsing
Treystahópurin til Stórmót ÍR 2020 | Mynd: Jóannes N. Poulsen

Treysti í Íslandi

SKRIVAÐ: Frælsur Ítróttur  |  17.01.2020 - 23:58 Ítrottur Mentan Tíðindi

Um vikuskiftið verður Stórmót ÍR hildið í Laugardalshøllini í Reykjavík. Treysti er farið yvir við 49 íðkarum, venjarum og foreldrum í ferðalagnum

Í fleiri ár, ja síðani 2007, hava føroyskir íðkarar luttikið í Stórmót ÍR, sum er størsta innandura kapping í frælsum ítrótti í Íslandi og verður hildin í Laugardalshøllini. í ár eru tilsamans umleið 600 íðkarar tilmeldaðir. Treysti hevur 31 íðkarar við, meðan havnarfeløgini Bragdið og Hvirlan luttaka við ávikavist 13 og 6 íðkarum.

Hópur frá Treysti luttók fyrstu ferð í 2010. Síðani hava størri og minni hópar luttikið á hvørjum ári. Í ár er 49 fólk í hópinum, har størsti parturin eru heilt ungir íðkarar, sum eru við á fyrsta sinni. Kappingarnar fara fram leygardagin og sunnudagin frá klokkan níggju til seint seinnapartin.

Eins og undanfarin ár, so býr hópurin úr Treysti á Hotel Ørkini, har tey altíð trívast sera væl.

Á hesi leinkjuni finnast allar kappingarnar: Stórmót ÍR 2020

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvør ræður í Javnaðar­flokki­num?
Páskir: Broyting í innsavningini
Stóra messan hjá Anton Bruckner í Varpin…
Hans Kristian bjóðar av
Tjóðarsemja uttan Tjóðveldi?
Takkarkvøða
Fínteljingin verður í dag
List við Løkin á páskum
Kendi hardrockbólku­rin Wolfgang gevur ný…
Høgni vann oddabrakið
Ex-javnaðar(løg)maður ávarar Javnaðarflo…
Team Klaksvík millum tey bestu í barnaho…
KÍ var sannfør­andi móti NSÍ
Hesi bíða nú í spenningi
Myndarøð: KÍ kvinnur - NSÍ: 4-0
Veðrið í vikuni
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði
Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað…
Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu s…
ABC fara til forhandl­ingar í morgin