Lýsing
Lýsing
Lýsing
Brennistøðin á Hagaleiti varð tikin í nýtslu í 1989. Kuril er komin á tráðin um, hvørt Føroyar skulu hava eina stóra felags brennistøð, ella um Tórshavnar Kommuna framhaldandi skal vera fyri seg sjálva | Mynd: irf.fo

Stríðið um skrellið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.01.2020 - 08:29 Leiðarin Politikkur Vinna

Nú um dagarnar hendi tað heilt óvanliga, at býráðspolitikarar í Havn settu seg ímóti eini sentralisering. Tað snýr seg um eina samanlegging av virkseminum á brennistøðini á Hagaleiti og kommunalu Brennistøðini á Sandvíkarhjalla. Kommunurnar kring landið komu annars við eini útrættari hond og gingu við til, at nýggja stóra brennistøðin skuldi vera í Havn.

Dúgliga verður gitt um orsakirnar til, hví býráðspolitikararnir í Havn ikki vilja vera við. Bæði sakligar grundgevingar sum sjálvsavgerðarrættur og rættindini til avlopshitan og meira smáligar orsakir sum at tað snýr seg um nevndarsamsýningar, verður gitt um. The Grand Old Man í Føroya Kommunufelag, Vilhelm Johannesen, hevur verið frammi og viðmerkt støðuna. Hann heldur tað vera løgið, at havnarmenn leggja so nógv fyri í hesum málinum.

Har kunnu saktans vera góðar grundir, eisini hjá núverandi kommununum í IRF, til at vilja hava tvær brennistøðir. Ein góð orsøk er, at tær kunnu avlasta hvørja aðra. Gongur onnur fyri, kann hin traðka til, og hjálpa við at brenna í eina tíð. Her hava vit tó sæð dømi um, at tað er blivið ov nógv hjá teirri einu, og nakað av ruski hevur mugað verið flutt av landinum til at verða brent.

Eisini eru brennistøðirnar stór arbeiðspláss við heilt mongum fólkum í arbeiði. Men her meldar øvuta argumentið seg beinanvegin, at tað sjálvsagt kostar í hinum endanum at hava tvær manningar í starvi. So tað er heilt greitt, at har eru góð argument bæði fyri og ímóti at hava tvær brennistøðir. Eitt tað besta argumentið fyri er helst tað við avlopshitanum. At hitin frá tveimum brennistøðum sjálvsagt kemur fleiri fólkum til góðar.

Ein felags brennistøð er tað, vit longu hava við IRF. Brennistøðin á Hagaleiti er ein felags brennistøð fyri allar kommunurnar – uttan Tórshavnar Kommunu. Tað sum hendir nú er faktiskt tað, at søgan endurtekur seg. Tórshavnar Kommuna vildi á sinni ikki vera við í IRF, uttan so at tey fingu meirilutan og harvið avgerðarrættin í nevndini har. Tað eru nøkur tey somu argumentini, vit síggja í dag. At høvuðsstaðarkommunan hóast at hava minniluta í fólkatalinum krevur at fáa meiriluta í nevndini fyri brennistøðina.

Men sum tingini síggja út í løtuni, verður tað ein einstøk brennistøð. Tað eru fyrst og fremst umboð fyri andstøðuna í Tórshavnar Kommunu, ið eru ímóti, serliga Javnaðarflokkurin og einstaka umboðið hjá Sambandsflokkinum. Borgarstjórin sjálv er fyri eini felags brennistøð. Men nógv kann broytast, og vit fáa at síggja, hvussu leikur fer. Serliga kann tað spæla inn, at vit í heyst fáa eitt kommunuval, og har kann ein annar meiriluti koma til í Tórshavnar Býráði.

Tað er tó løgið, um Havnin, sum er so heit fyri sentraliseringum í aðrar mátar, nú skal seta seg ímóti eini sentralisering, tá allur útjaðarin er fyri. Og at Tórshavnar Býráð skal vera so misnøgt við ikki at verða yvirumboðað og harvið fáa allan avgerðarrætt, tá kommunan bert telur 42% av fólkatalinum. Eitt er at gera vart við sína misnøgd við eitt møguligt samstarv, men at vilja gjalda hálva milliard eyka fyri eina dupultfunktión, ja, tá er sjálvsøknið vorðið ekstremt. Og sera kostnaðarmikið fyri skattgjaldaran.

Alt gott um sjálvsavgerðarrætt, men at hava sjálvsavgerðarrætt innan ruskinnsavning er ikki ½ milliard vert. Her eru proportiónirnar farnar út at glíða. Tá ið útjaðarin í Føroyum kemur við eini útrættari hond og bjóðar Havnini eina miðsavning og at gera eitt stórt arbeiðspláss í Suðurstreymoy, so eigur hann ikki at verða sligin á nevið við einum ultimatum um yvirumboðan til Havnina ella onki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Hallur og Shaki tøkir eftir landsliðss…
- Hermótið er kreativt og loftar teimum,…
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Træ - Alpuroy­nir (Sorbus mougeotii)
Eyðun Nolsøe Band á Tórsfest 2026!
Danny & The Veetos á Country Festivalinu…
Løgmaður setti Atlantic Fair 2026
Mjølnir hevur aðalfund í kvøld
Leiðaratrivnaður á breddan
Atlantic Fair styrkir tí støðuna hjá før…
Norð­oyastevnuteitið: Nógvur látur á Spin…
Norð­oyastevnublaðið tekur skap
Útróðurin um vikuskifti
11 ymiskir fyrilestrar á Atlantic Fair
Bakkafrost: Góð ársbyrjan
Almennur fundur um undirsjóava­tunnil í K…
Badminton: U-15 landsliðið á kapping í D…
Svar til Hermann Oskarsson
Atlantic Fair 2026 letur upp í morgin
"Heima sum longst" – ein virðilig visjón…