Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nógvi fiskurin etur helst yngul inni við land

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  23.01.2020 - 12:58 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni sigur, at nógvi fiskurin inni við land etur helst av smáu ættarliðunum av toski og flatfiski, sum vaksa upp her. Hýsa longa, brosma og eitt nú hvítingsbróður eru ikki so bundin at nærumhvørvinum tá talan er um yngulin hjá teimum, tí hann veksur upp longur úti.

Vit hava áður sæð, at tá nógvur fiskur hevur verið at fingið tætt inni við land, tá hava vit kunna staðfest eina minking í tilgongdini av toskastovninum. Hóast seiður ella seiðayngul eisini veksur upp tætt við land, so hava vit ikki í sama mun sæð samsvarandi á tilgongdini av Upsa.  Tilgongdin av hýsu sveiggjar á neyvt sama hátt, sum hjá toskinum á føroyska landgrunninum. Orsøkin kann ikki vera, at toskur nær landi etur smáhýsu, tí hon er sjáldsom inni við land. Tað má so koma av onkrari aðrari orsøk, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur.

Rogn

Útróðrarmenn, sum Norðlýsið hevur práta við siga, at enn síggja teir ikki so nógv til rogn í toskinum, sum onkuntíð. Ein útróðrarformaður helt, tá vit spurdu um hetta, at orsøkin mundi vera at toskurin er ikki væl í holdum.

Til hetta sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur, at menn helst áttu at sæð góð rongn í fiskinu nú, hóast tað er eitt sindur tíðliga kanska. Gítingartíðin er í mars, men tá komið er hartil eru rognini ofta vánalig, so nú, seinast í januar og í februar skuldi verið góð rognatíð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…