Lýsing
Lýsing
Lýsing

Avgerandi umfar í steypakappingini

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  24.01.2020 - 16:27 Ítrottur Tíðindaskriv

Steypakappingin hjá bæði monnum og kvinnum heldur fram hetta vikuskiftið, nú seinasta leikumfar er í bólkaspælinum. Higartil er tað bara Mjølnir, sum heilt sikkurt er víðari hjá bæði monnum og kvinnum. Tað er tí alt at spæla fyri.

Fleyr skal vinna á Mjølni

Hjá kvinnunum tapti Fleyr akkurát fyri SÍ í seinastu steypafinalu. Hesaferð verður tað ómetaliga trupult hjá Fleyr at koma so mikið sum í hálvfinalunar. Kravið er líkatil. Ein sigur skal til á Mjølni, og sigurin má ikki vera minni enn 3-1. Tað verður alt annað enn lætt. Hitt liðiði bólkinum Dráttur kann bara bíða og vóna, at Mjølnir spælir, sum tær hava spælt higartil í landskappingini. Tí so er Dráttur víðari saman við Mjølni.

Í hinum bólkinum er KÍF í somu støðu sum Dráttur. Tær mugu bara bíða og vóna, at SÍ tekur minst eitt sett ímóti TB. Og tað skal vera løgið, um ikki tað hendir. SÍ er í løtuni sterkasta liðið í kvinnudeildini, og á heimavølli eru tær ikki til at taka. Alt bendir tí á, at hálvfinaluliðini hjá kvinnunum verða Mjølnir, KÍF, Dráttur og SÍ, men í steypadystum kann alt henda.

 

SÍ a og SÍ b dystast um eitt pláss

Hjá monnunum er Mjølnir longu í hálvfinaluni úr bólki 1. Hitt plássið úr bólki 1 verður avgjørt í Sørvági, har SÍ a og SÍ b mugu gera av sínamillum, hvør er sterkari. Tann avgerðin fellur sunnudagin. Tað er tí vist, at SÍ fær lið í hálvfinaluna, spurnigurin er bara hvat.

Bólkur 2 er harafturímóti ikki avgjørdur enn.

Støðan er:
Fleyr a 5 stig
ÍF a 4 stig
ÍF b 3 stig
TB 0 stig
Fleyr a og ÍF a best fyri

ÍF a tekur ímóti TB, sum enn ikki hevur fingið stig í bólkaspælinum, men tó hevur rættiliga bitið frá sær. ÍF a er tó stórfavorittur. Hjá Fleyr a er tað harafturímóti eitt sindur truplari, tí mótstøðuliðið ÍF b hevur staðið seg væl í bólkaspælinum, og hevur møguleikan at leika seg víðari.

Dysturin sunnudagin er tí saman við dystinum í Sørvági sama dag avgjørt hæddarpunktið hjá monnunum higartil í steypakappingini. Tað verður har, alt fellur upp á pláss og greiða fæst á, hvør spælir hálvfinalu í Klaksvík leygardagin 8. februar, har Mjølnir heilt sikkurt verður eitt mótstøðulið.

 

Dystir hetta leikumfarið:

Kvinnur
Leygardag 25.01.20 kl. 16.00 Bólkur 1 SÍ – TB Ítróttahøllin í Sørvági

Leygardag 25.01.20 kl. 16.00 Bólkur 2 Fleyr – Mjølnir Høllin á Hálsi í Havn

Menn
Leygardag 25.01.20 kl. 14.30 Bólkur 1 Mjølnir – Fleyr b Badmintonhøllin í Klaksvík

Leygardag 25.01.20 kl. 15.00 Bólkur 2 ÍF a – TB Ítróttahøllin á Kambsdali

Sunnudag 26.01.20 kl. 14.30 Bólkur 1 SÍ a – SÍ b Ítróttahøllin í Sørvági

Sunnudag 26.01.20 kl. 15.00 Bólkur 2 Fleyr a – ÍF b Høllin á Hálsi í Havn

Lýsing
Seinastu tíðindini
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin
Jóla­konsert við Sissel og Eivør Við Tjar…
Mjølnir hevur aðalfund 19. mai
Bústaðir styrkja fíggjarliga grund­arlagi…